Sjónleikari og skemtari fær mentanarvirðisløn

Hann hevur nógv jørn í eldinum

Tað varð sjónleikarin og skemtarin, jákup Weihe, sum fær Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens í ár fyri mentanaravrik 

 

Tað avdúkað Jógvan Arge, varaborgarstjóri, á samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn fyri eini løtu síðani.

Jákup Weihe er ikki bara sjónleikari og skemtari, men fæst eisini við film, undirhald, lýsingar, o.s.fr.

 

Hetta var eitt óvanligt val, men tað fall fólkinum, sum vóru á samkomuni, rætttiliga væl, tí hann varð stórliga fagnaður.

 

Eisini hann fær eina peningaupphædd á 35.000 krónur.

 

Niðanfyri eru myndir frá hátíðarløtuni, tá ið virðislønirnar vórðu handaðar. Myndirnar hevur Dávur Winther tikið.