Aðalfundurin í Samvinnu verður hin 18 oktober 2013 á Solberg Plads 3, uttan fyri Nexus klokkan 17. Samvinnan er eitt áhugafelag fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School.
- Vit virka fyri at savna og samansjóða tey føroysku lesandi, soleiðis at vit sum ein eind kunnu skapa tættari knýti til føroyska vinnulívið og onnur áhugafeløg.
Lagt verður aftrat, at á aðalfundinum fæst ein lýsing av, hvussu Samvinnan hevur virkað, og hvussu hon fer at virka framyvir.
- Hevur tú hevur hug at verða ein partur av hesum virksemi og seta tín egna dám á arbeiði hjá Samvinnuni, hevur tú møguleika at stilla upp.
Umframt val á aðalfundinum, verður eisini stutt opið kjak, har øll tey møttu kunnu koma við hugskotum um, hvussu arbeiði hjá Samvinnuni kann mennast.
- Samvinnan arbeiðir støðugt fyri at vera meira sjónlig, bæði millum tey lesandi á CBS og úteftir til vinnulívið í Føroyum. Harumframt vilja vit virka fyri at vera ein sosialur felagskapur fyri limirnar, sigur áhugafelagið í tíðindaskrivi í dag.