Sjórænararnir í Nólsoy fríkendir

Nólsoyingarnar, sum seinastu dagarnar hava sitið í Føroya Rætti, skuldsettir fyri lógarbrot í sambandi við, at teir forðaðu Ternuni at leggja at í september í 2019, eru fríkendir

Nólsoyingarnir, sum vóru skuldsettir fyri trý lógarbrot í sambandi við, at teir forðaðu Ternuni at leggja at í Nólsoy í september í 2019, vórðu fríkendir fyri tvey av lógarbrotunum. Tey snúðu seg um at hava forðað løgregluni í at arbeiða, og fyri at hava afturhildið strandfaraskipinum Ternuni.

 

Teir vórðu kortini dømdir fyri at hava órógvað almenna friðin og vórðu dømdir 10 dagbøtur á 500 krónur fyri tað. Men tann revsingin fall kortini burtur, so teir einki skulu gjalda.