Sjósavnið á Argjum skal vera eindømi í verðini

Býráðslimir í Havn halda, at tað minsta er at Løgtingið stuðlar tí

Soleiðis hugsa tey sær, at nýggja Sjósavnið fer atnsíggja út

Tað eru rættiliga mong, ikki minst børn, sum hava havt gleði av sjósavninum, sum eldsálir hava bygt upp á Argjum. Tað staðfesta býráðslimir í Havn.

 

Sjósavnið varð stovnað í 2005, men nú verður arbeitt verður við eini ætlan um at gera eitt nýtt Sjósavn á Argjum.  Og tað er ein stórfingin ætlan, tí fyribils verður mett, at tað fer at kosta einar 80 milliónir krónur.

 

Umframt at vera eitt sjósavn, er ætlanin, at har skulu umstøður vera til tey, sum dáma at svimja á sjónum, og umstøður til tey, sum dáma at rógva í kajakk.

 

Og ætlanin er, at hetta nýggja Sjósavnið skal vera eitt eindømi í heiminum. Mitt í tí verður nevniliga eitt runt kar, sum tekur 600 tons av vatni. Endamálið við tí er at fáa hemarar á sjósavni, umframt ymsar av havsins stóru fiskum, eitt nú kalva og skøtu.

 

Eydnast tað, verður hetta einasta sjósavn í verðini við livandi hemara, sigur Sjósavnið í einum uppleggi í sambandi við verkætlanina.

 

Nú hevur Býráðið í Havn samtykt at stuðla ætlanini við 15 milliónir krónur.  Tað verður mett at tað er avgerandi neyðugt við hesum stuðlinum, tí so kunnu stigtakararnir hava tað við sær, tá ið teir fara at leita eftir fígging til endamálið.

 

Býráðslimir halda, at tað er sjálvsagt, at ein fiskvinnutjóð sum Føroyar, hava eitt slíkt Sjósavn, har fólk, kanska serliga børn, verða kunnað um lívið í sjónum rundan um Føroyar.

 

Býráðslimir halda eisini, at tað minsta er, at Løgtingið eisini stuðlar eini slíkari ætlan.

 

Soleiðis hugsa tey sær, at nýggja Sjósavnið fer atnsíggja út