Artur Johansen borgarstjóri, sigur, at hettar er fyrsta stigið til at gera sjógvhita, til bygningar í kommununi.
Ætlanin er at skúlin, heilsuhús ið og aðrir bygningar skulu hitast við sjógvhita.
Enn er støða ikki tikin til, hvussu stór verkætlanin verður, hvussu nógvir bygningar verða knýttir at skipanini, og hvussu skjótt farast skal fram. Tað skal komandi bygdaráð taka støðu til eftir kommunuvalið.
Royndir eru gjørdar sum vísa, at streymurin er góður, og at økið er væl egnað til sjógvhita. Tøknin sum verður brúkt er vælkend og vísir seg at rigga væl.
Við íløguni fer kommunan at spara 350.000 krónur í oljuút reiðslum í dagsins oljuprísum.
##med2##
Væntandi hevur íløgan vunnið seg innaftur um 12 ár. Størsta sparing in verður í skúlanum, sum brúkar nógva olju, tí hann hevur svimji hyl.
Bústaðir hevur bygt sjey íbúðir í Dávagerði, og ætlanin er at bygg ja fleiri íbúðir har. Økið er ikki egnað jarðhita, tí Eysturoyartunnilin er beint undir, tí mugu aðrar loysnir finnast, og sjógvhiti er ein góður møguleiki.