– Øll kenna tað tað gamla fiffið við at hyggja út ígjgønum vindeygað, um sjóverkur kennist. Her áttu vit at lagt afturat, at tað ikki er vist, at tað er galdandi, um tú ert í tyrlu í Norðuratlantshavi, sum skal lenda á skipið í nógvum vindi, upp í skrið, 17-21 metrar um sekundið.
Soleiðis skrivar danska Flyvevåbenet á Facebook, har tey hava lagt filmsupptøkur, meðan teir royna nýggju MH-60R Seahawk tyrluna kring Føroyar.
Ein danskur og ein australskur royndarflogskipari skuldi finna avmarkingarnar fyri, nær tað er trygt at lenda á donsku sjóverjuskipunum av Thetis-slagnum.
Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja upptøkurnar.