Sjúrður hevur gott tak á tí

1. DEILD: Næstbesta liðið hjá EB/Streymi er á silvurplássi

Saman við Sjúrði Jacobsen eru Arnbjørn T. Hansen og Arnar Dam venjarar hjá EB/Streymi í næstbestu deildini

Næstbesta liðið hjá EB/Streymi plagar at vera elevatorlið, sum ferðast millum 1. og 2. deild. Síðsta heyst flutti liðið upp í næstbestu deildini, og nú sær tað heilt øðrvísi út, enn tað plagar at gera.

 

Í dag var næstbesta liðið hjá B36 gestur í Hólmanum á Eiði, og heimaliðið vann 3-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Úrslitið var merkisvert, tí nógv tann størsta partin av tíðini var EB/Streymur undirmannað. Longu í 25. minutti sá Thomas Bjørn Miezan beinleiðis reytt kort.

 

Sjúrður Jacobsen, sum í síni tíð spældi við NSÍ, og sum í fleiri ár var hjálparvenjari hjá Mikkjali Thomassen í Klaksvík, er venjari hjá EB/Streymi í 1. deild, og úrslitini siga, at tað riggar væl.

 

Eftir heimasigurin ímóti B36 í dag hevur EB/Streymur níggju stig og er næstfremst. EB/Streymur eigur útsettan dyst á útivølli ímóti AB.

 

Marius Árting Allansson legði EB/Streym á odda 1-0 í 12. minutti. Hetta var fyrsta málið hjá Mariusi í næstbestu deildini, síðani hann undan kappingarárinum í fjør flutti úr B36 og til EB/Streym.

 

Eftir horna var tað Niels Pauli Danielsen, sum í 24. minutti økti um heimaleiðsluna til 2-0, og so var tað, at EB/Streymur minuttin seinni misti ein mann.

 

Tíggju minuttir seinni minkaði B36 um munin til 2-1. Málskjútti var Tórður Eið Eliasen, sum skoraði fyri fyrstu ferð í ár. So kendist spenningur av álvara at vera kveiktur, men minuttin eftir svaraði heimaliðið aftur, tá ið Tóki Johannesen skoraði til 3-1. Uppleggið átti Gutti Dahl-Olsen. Teir báðir – Tóki og Gutti – plaga at vera á listanum, tá ið besta liðið hjá EB/Streymi spælir.

 

Mikudagin fer B36, sum hevur eitt stig, at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og tá fer EB/Streymur at spæla á útivølli í Klaksvík.   

 

Saman við Sjúrði Jacobsen eru Arnbjørn T. Hansen og Arnar Dam venjarar hjá EB/Streymi í næstbestu deildini