Sjúrður Skaale tekur ósemju upp á hægri stig

-  Norðurlandaráðið má eisini tora at gera nakað við álvarsomu ósemjuna um makrelin og sildina

 Tað heldur Sjúrður Skaale

 

Hann  fer nú at reisa makrel- og sildastríðið ímillum Føroyar og ES upp í norðurlendskum høpi.

 

Í januar varð hann valdur til næstformann í Umhvørvisnevndini hjá Norðurlandaráðnum

 

Henda nevnd hevur m.a. fiskivinnu undir sær, og saman við formanninum í nevndini hevur Sjúrður Skaale nú tikið stríðið um uppsjóvarfiskin upp.

 

- Í 2011 varð heitt var á Ráðharraráðið um at stuðla royndunum at finna eina loysn við m.a. at styrkja vísindaliga grundarlagið undir stovnsmetingunum og koma við uppskotum um, hvussu stovnarnir kunnu umsitast á ein hátt, sum minkar um vandan fyri stríði, sigur hann

 

Men enn er einki hent og tí verður málið nú tikið uppaftur.

 

Í apríl verður Norðurlandaráðsfundur í Íslandi, og tá verður Sjúrður Skaale talsmaður Ráðsins í hesum spurningi.

 

- Í Norðurlandaráðnum verða søgd nógv føgur orð um samstarv og Ráðið slóðar eisini fyri góðum samstarvi, staðfestir hann.

 

- Men tað er oftast á  teimum bleytu økjunum.

 

- Tá ið ósemja er um náttúrutilfeing og stór virði, er vandin stórur fyri stríði millum sjálvt bestu grannar.

 

- Tað er hent her og nú hava vit eina álvarsama ósemju, sum bæði viðkemur Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Noreg og Danmark.

 

Sjúrður Skaale heldur, at tað má Norðurlandaráðið, og Norðurlendska Ráðharraráðið, eisini tora at tosa um og gera nakað við,  hóast tað kann ávirka tað góða huglagið, sum plagar at vera á fundunum.

 

Hann ásannar, at hetta er eitt sera viðbrekið mál, nógv stendur uppá spæl, og meiningarnar eru sterkar.

 

- Sum næstformaður í umhvørvisnevndini kann eg ikki loyva mær bert at síggja tað úr føroyskum sjónarhorni, men umboða alla nevndina.

 

Tí orðar hann seg rættiliga yvirskipa.

 

- Men fáa vit eina skipan, har onnur atlit enn bert støddin á stovninum, og søguligt býti, eru við, gagnar avgjørt føroyskum áhugamálum, leggur hann afturat.