Skála blást yvir um fjørðin

Vindurin stóð fyri mest eyðsýnda avrikinum við Løkin, har Skála segði farvæl við bestu deildina og ivaleyst fleiri av sínum spælarum

Fótbóltur

 

Tað var við Løkin, at Skála eitt mánakvøld í góðum líkindum fyri trimum árum síðani ikki hevði dómaratekki og harvið misti FM heitið.

Í gjár var Skála enn eina ferð við Løkin, og nú var alt heilt øðrvísi. Heystarveðrið var so vánaligt, sum tað næstan kann vera, og støðan hjá Skála var tann, at liðið longu var á veg niður í næstbestu deildina, áðrenn dómarin hættaði sær at bríksla fyri fyrstu ferð.

NSÍ vann 2-0, og annars er ikki so nógv at siga um tað. Einar Hansen, sum – eitt nú orsaka av skaða - ikki hevur havt sama leikliga undanvind!, sum hann hevði tað í fjør, tá ið hann vann sær fast pláss á landsliðnum, skoraði til 1-0 við rimmar langskoti undan vindinum, og Bogi Løkin staðfesti heimasigurin við frísparki úr næstan 40 metrum og undan vindinum.

Skála royndi í 1. hálvleiki at fáa nyttu burturúr nógva undanvindinum. Málkarmurin aftanfyri Tórð Thomsen stóð sína roynd, og í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná, um tað ber til at siga tað soleiðis.

Merkisvert var tað, at Jónhard Frederiksberg ikki var í Skála álopinum. Tá ið hann í summar flutti úr Runavík og yvir aftur á Skála, var tað ein partur av avtaluni, at Jónhard bara skuldi spæla annan av dystunum ímóti NSÍ.

Merkisvert var tað eisini, at toppskjúttin hjá NSÍ, unglingaspælarin Øssur Dalbúð, var settur á beinkin, og at Aco Pandurovic, sum ikki sleppur at halda fram í Runavík, var í álopinum.

Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, vóru spælararnir ísafrystir.

Tað er mest sum greitt, hvørjir spælarar fara at manna NSÍ liðið, sum næsta ár ætlar sær at vera við í toppstríðnum. Meiri ivi er um, hvørjir teir fara at vera, sum fáa setningin at spæla Skála upp aftur í bestu deildina.