Fótbóltur
Tepur tap móti ÍF og B71 høvdu gjørt sítt til at leggja trýst á Skála. Ráðini vóru avgjørt ikki til at tapa dystin, tá B68 vitjaði, um Skála ikki skuldi detta longur niður á talvuni.
Toftamenn høvdu hinvegin eisini trýst á sær. Fyrstu fýra umførini høvdu bert givið eitt stig, og tó at hugburðurin hevði verið góður, so telur hetta ikki veruliga við, tá úrtøkan verður gjørd upp.
Gestirnir boðaðu eisini skjótt frá, at teir ætlaðu sær í minsta lagi eitt stig fyri dystin mikukvøldið. Heldur enn at liggja og bíða, valdu teir at fara niðan á vøllin eftir Skála, og hetta gav eisini møguleikar.
Sjálvmál avgjørdi
Tað gingu bara 18 minuttir, áðrenn einasta málið í dystinum fall, og tá hetta kom, var talan um sjálvmál. Badara, sum var eyðsýndur á miðvøllinum, legði innfyri, og har var Arnhold Berg somikið óheppin, at hann beindi bóltin í egið mál.
Málið tók líka sum luftina úr Skála, og næstu løtuna trýsti B68 heilt nógv í vónini um at fáa næsta málið. Hetta kom tó ongantíð, og hinvegin átti Skála eisini sínar møguleikar í kontrafasuni.
Seinasta partin av dystinum valdu gestirnir ikki óvæntað at leggja seg longur aftur á vøllin, og tað gav Skála møguleikan at trýsta. Hóast talan ikki gjørdist um beinleiðis upplagdar møguleikar, so var talan í nógvum førum um vandastøður, men aloftast høvdu verjan og ein væl leikandi Valda Filipovic tamarhald á hesum. Og høvdu teir ikki tað, bjargaði stólptin teimum, soleiðis at B68 ikki gjørdi Skála kynstrið eftir við sjálvmáli.
Sperdir skálamenn
Hjá B68 gav dysturin uttan iva nakað av luft í botnstríðnum. Gaman í er liðið enn undir strikuni, men nú er samband við restina av feltinum at kalla. Og við heimadysti móti KÍ sum næsta punkt á skránni eru vónirnar ikki heilt ongar um, at liðið kann lyfta seg frá strikuni.
Hjá Skála sær hinvegin meira svart út. Tríggjar ferðir á rað hava teir verið eitt mál ov stuttir móti liðum, sum teir skulu vinna stig frá. Og tað hevur fyribils kostað dýrt í botnstríðnum