Í dag verður fyrsta fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið. Hon verður í Gundadali, har Giza/Hoyvík á niðara vølli klokkan 17 tekur ímóti Skála.
Heimaliðið er á fjórða plássi í næstbestu deildini, og gestirnir eru á sjeynda plássi í bestu deildini. Í fjør spældi Skála í næstbestu deildini, meðan Giza/Hoyvík tá spældi í triði bestu deildini.
Í fjør sendi HB bæði Skála og Giza/Hoyvík ú,r steypakappingini. Tá endaði tað á ovara vølli í Gundadali 1-0 til HB ímóti Skála, sum helt tørn um málleysan javnleik inntil 65. minutt. Eftir at hava vunnið 3-0 á MB í fyrsta umfari átti Giza/Hoyvík heimavøll ímóti HB á niðara vølli. Tá vann HB 4-1, men Giza/Hoyvík legði seg framum í níggjunda minuttir, og tað var ikki fyrr enn í 61. minutti, at HB javnaði og síðani skoraði trý mál aftrat.
Í fyrsta umfari í ár vann Giza/Hoyvík á heimavølli 2-0 ímóti B68, meðan Skála í Gundadali vann 6-0 á Undrið FF.
Fleiri teirra, sum manna Giza/Hoyvík liðið, hava áður spælt í bestu deildini. Millum hesar eru Karl Martin Danielsen (B36), Mikkjal T. Hentze (B71 og AB) og Ahmed Keita (B68). Eingin teirra hevur tó verið við til at vinna steypakappingina.
Tríggir Skála spælarar hava verið við til at vinna steypafinalur. Teir eru Fritleif í Lambanum, Pauli G. Hansen og Pætur Dam Jacobsen. Fritleif vann steypafinaluna við Víkingi í 2012, Pauli G. Hansen vann steypafinalurnar við EB/Streymi í 2010 og 2011, og Pætur Dam Jacobsen vann steypafinaluna við EB/Streymi í 2011.
Giza/Hoyvík-Skála: Dagfinn Forná kl. 17.00