Skála er í flokki fyri seg sjálvt

1. DEILD: Pætur J. Petersen og Michal Przybylski vóru á HB liðnum, sum á Skála helt tørn í meiri enn ein tíma

Skála økti í kvøld um frástøðuna aftur til næstu avbjóðararnar. Tíðliga seinnapartin tapti NSÍ 3-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi. NSÍ er framvegis næstfremst, men nú eru tað sjey stig fram til Skála, sum í kvøld vann 3-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB. Harvið hevur Skála framvegis fulla úrtøku, og Skála hevur spælt ein dyst færri enn næstu avbjóðararnir.

Á Skála liðnum vóru fleiri spælarar við nógvum royndum. Her verður hugsað um Jónhard Frederiksberg, Pætur Dam Jacobsen, Teitur R. Joensen, Niels Pauli Danielsen og Pedro Taracon Anton.

Millum teir í yngra endanum vóru Aksel B. Danielsen og Jan Ingason Hansen.

HB var væl mannað við Bjarta Vitalis Mørk í málinum, ogúti á vøllinum vóru Pætur J. Petersen, Gilli Róason, Michal Przybylski og hjálparvenjarin Kevin Schindler.

Skála spældi seg til fleiri góðar møguleikar í fyrra hálvleiki, men øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Fýra minuttir eftir steðgin setti Aksel B. Danielsen hol á. Hetta var triðja málið hjá honum í ár. Jan Ingason Hansen átti uppleggið, og hann var málskjútti miðskeiðis i hálvleikinum. Aksel B. Danielsen átti uppleggið til 2-0 málið.

12 minuttir undan dystarenda økti Dávid Johansen um munin til 3-0. Hetta var tríggjar minuttir eftir, at hann var skiftur inn, og hetta var annað málið hjá honum í ár. Uppleggið átti Poul Kallsberg.

Tveir minuttir seinni pyntaði HB um støðuna, tá ið Gilli Róason minkaði um munin til 3-1.

 

NSÍ – EB/Streymur 2-3 (2-1)

1-0: Áron Høj 8.

2-0: Jógvan Højgaard 20.

2-1: Jákup Hummeland 22.

2-2: Høgni Hummeland 74.

2-3: Jákup Hummeland 85.

 

Skála – HB 3-1 (0-0)

1-0: Aksel B. Danielsen 50.

2-0: Jan Ingason Hansen 68.

3-0: Dávid Johansen 78.

3-1: Gilli Róason 80.

 

B71 – AB 2-0 (2-0)

1-0: Clayton Soares 11.

2-0: Johan Hendrik Lydersen 45.

 

B36 – KÍ 4-1 (2-0)

1-0: Rasmus Dan Sørensen br 22.

2-0: Villiam Klein 27.

3-0: Hans Jákup Annfinsson 46.

4-0: Hans Jákup Annfinsson 64.

4-1: Dávid Langgaard br 67.

 

FC Suðuroy – Víkingur 0-1 (0-1)

0-1: Sveinur Justinussen 24.

 

Skála660014418
NSÍ7322181211
B36732210811
Víkingur631210910
B71630313109
HB730410139
AB6222898
EB/Streymur621313137
61147144
FC Suðuroy71159204

8. umfar

Leygardagin 1. mai

EB/Streymur – B71

Skála – B36

HB – NSÍ

AB – FC Suðuroy

Sunnudagin 2. mai

 

Víkingur – KÍ