##med2##
Skála tapi 2-5 móti Vìkingi, men teir løgdu seg á odda 1-0, mundu verið á odda í steðginum, og í seinna hálvleiki komu teir inn aftur í dystin tá tað sá svartast út.
Víkingur – Skála 5-2 (1-1)
0-1: Andreas E. Jacobsen 9.
1-1: Finnur Justinussen 45.
2-1: sjálvmál 48.
3-1: Sølvi Vatnhamar br 64.
3-2: Jan Ingason Hansen 68.
4-2: Lukasz Cieslewicz 83.
5-2: Gunnar Vatnhamar 89.
Høvuðsvenjarin hjá Skála, Bill McLeod Jacobsen heldur, at hansara menn vístu góðan hugburð og stríddust væl móti einum sterkum Víkinga-liði. So sjálvt um talan ikki gjørdist um eitt úrslit hann ynskti, so fekk hann ein góðan hugburð frá liðnum hjá Skála.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Bill McLeod Jacobsen fyrr í kvøld.
HER ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Árni Gregersen gjørdi við Finnur Justinussen hjá Vìkingi.