Skála hevur havt eina heldur ójavna byrjan uppá kappingarárið í ár. Byrjanin bjóðaði uppá fýra tap á rað, men síðan hava teir vunnið fýra teir næstu. Hetta kann óivað takkast venjaraskiftinum, sum sendi Dragan Kovacevic til hús, og setti fyrrverandi Skála-leikaran, John Petersen, í starvið.
Tað var eitt heldur skert KÍ-lið, sum kom á vitjan á Skála í dag. Kareem Smith og Chris Cerroni hava valt at fara av landinum aftur, og hetta hevur sett KÍ eftir við minni breidd í hópinum. Tað var eisini eitt Skála-lið á toppinum, sum setti dagsskránna. Fyrsta og einasta málið fall eftir 20 minuttir, sum Pauli G. Hansen setti í netið. Ímóti endanum av dystinum hevði Skála fleiri møguleikar at økja, men meir enn 1-0 bleiv tað ikki til.
Við sínum fjórða sigri á rað heldur Skála fast um 5. plássið, men hevur nú bert tvey stig upp til HB á fjórða plássið. KÍ hevur framvegis trupult við at fáa samband við oddin, og hevur tíggju stig eftir átta dystir. Teir liggja nú á einum sætta plássi.
Skála - KÍ 1-0
1-0, Pauli G. Hansen