Skála fekk fult fyri aðru ferð

Skála skuldi í Vági í dag liva upp til trygga sigurin á GÍ seinasta vikuskiftið, og hetta megnaðu teir til fulnar. Ein frálík byrjan hjá nýggja venjaranum á Skála, John Petersen. Ov stórur biti var Skála at svølgja hjá VB/Sumba, sum við ósigrinum í dag tapti fyri fimtu ferð á rað.

 

1. hálvleik hevði Skála tamarhald á. Skjóta og góða spælið var aftur at síggja, og teir appelsingulu megnaðu at skapa málmøguleikar. VB/Sumba kann takka málmanninum, Vlada Filipovic, fyri, at teir ikki vóru aftanfyri í hálvleikinum.

 

Í 2. hálvleiki helt sama spælið fram, men VB/Sumba vóru raskir at verja fyri. At halda nullinum allan dystin hevði kanska verið ov gott hjá heimaliðnum, og Skála megnaði at gera sigursmálið. Sterki áleyparin hjá Skála, Slavisa Kaplanovic, gjørdist sigursharrin, tá ið hann tíggju minuttir fyri leiklok skoraði til 1-0. Málið fall eftir innlegg úr høgru frá Boga Gregersen, sum legði bóltin fyri føturnar á Kaplanovic.

 

Hetta er annar sigurin á rað hjá Skála, og teir lyfta seg tískil framum VB/Sumba og AB, og eru á 8. plássi. VB/Sumba hevur enn ikki fingið stig síðan sigurin í fyrsta umfari ímóti AB, og VB/Sumba er niðast í Formuladeildini.

 

VB/Sumba?Skála 0-1

0-1: Slavisa Kaplanovic