Tað vóru toftamenn, sum vóru drúgvastir í tætta stríðnum um rættin at spæla um eitt pláss í 2. deild. Teir skulu spæla tveir dystir móti EB/Steymi, sum endaði næstniðast í 2. deild.
Tað verður arbeitt við at fáa hesar báðar dystirnar avgreiddar so skjótt, sum tað ber til, og tað kann væl vera, at teir verða báðir í hesi vikuni, men tá vit frættu seinnapartin í gjár, var hetta ikki avgjørt. Tað verður avgjørt við lutakasti, hvar fyrri dysturin skal spælast, og so fáa vit at síggja, um felagsliðið skal heilt niður í 3. deild, ella um B68 megnar at fáa eykamenninar hjá besta liðnum eina tonn longri upp.
Eykamenninir hjá B36 mugu finna seg í at spæla í 3. deild komandi ár, tí teirra lið endaði niðast í 2. deild. At tað tørnaði soleiðis út í 2. deild hevur við sær, at B36 noyðist úr 3. deild, sjálvt um liðið endaði mitt í deildini og ikki var so langt frá heiðursmerkjum.
At tað gekk soleiðis hjá B36 hevur við sær, at klaksvíkingar, sum hava verið so fittir at røkja botnplássið alt árið, men sum nú fram móti endanum ? tað tóktist vera ov seint ? hava tikið seg saman og spælt við umleið sama fólki hvørja ferð, nú hava góðan møguleika at varðveita plássið. Møguliga skulu teir spæla tveir dystir móti TB, men nú hevur KÍ lagnuna í egnum hondum.
Annars er tað sera merkisvert, hvussu óførir gøtumenn eru. Teir lúra eftir fjórða plássinum í 1. deild, teir endaðu á sætta plássinum í 2. deild, og teir vunnu silvur í 3. deild. Frágera gott avrik av felagið úr so lítlari kommunu.
Tað er einki avgjørt um uppflyting í 3. deild. Hetta er alt treytað av, hvussu tað fer at gangast 3. deildarliðnum hjá B68 móti EB/Streymi.
Um B68 flytir upp í 2. deild, so flytir teirra lið, sum vann 4. deild, beinleiðis upp í 3. deild, og so skal TB, sum gjørdist nummar trý í 4. deild, spæla um eitt pláss í 3. deild móti KÍ. Um EB/Steymur vinnur móti B68, so kann vinnaraliðið í 4. deild ikki flyta upp, og so verður tað TB, ið flytir upp í plássið, ið er tómt eftir B36, og so sleppur KÍ undan at spæla um eitt pláss í 3. deild.
KÍ-B68 0-0
Hetta fer ikki at verða minst sum nakað stríð. Tað gekk ikki serliga væl at skipa spælið, og málmøguleikarnir vóru bæði fáir og smáir. Hjá toftamonnum hevur Aksel Højgaard verið ein hin drúgvasti í ár, men nú var hann fluttur upp í 1. deild, og Serghéy Kréksjin var heldur ikki við, tí hann sat á beinknum í 1. deild. Klaksvíkingar vóru væl nøgdir við javnleikin. Stóri áhugin hjá teimum var, hvussu tað fór at gangast hjá 2. deild hjá B36, tá teir seinni leygardagin høvdu vitjan av B71, og tað gekk sum kunnugt soleiðis, sum klaksvíkingar vónaðu, at tað fór at gera.
HB-Skála 1-4 (1-2)
Fyrstu løtuna vóru teir í HB heilt grammir, og tað hevði einki forgjørt verið í, um teir beinanvegin komu á odda við einum ella tveimum málum. Teir høvdu í hvussu so er møguleikarnar til tað, men tá Skála fekk síni mál, var tað skjótt, at luftin fór úr heimaliðnum, og í 2. hálvleiki hevði Skála møguleikar at gera fleiri enn fýra mál tilsaman.
Trettan minuttir vóru farnir, tá Bogi Gregersen við stútara eftir innlegg úr vinstru staðfesti, at hann er toppskjútti í 3. deild í 1998.
Bent Djurhuus stútaði til 2-0, tá 24 minuttir vóru farnir, og Skála hevði horna í høgru.
Trettan minuttir seinni minkaði Hans Meinhard Midjord um munin, tá hann fekk stingara framímillum í brotsteigin.
Í 2. hálvleiki økti Skála eftir 62 og 70 minuttir. Ta fyrru ferðina miseydnaðist rangstøðufellan hjá havnarmonnunum, sum høvdu fólkið frammarlaga, tí teir ætlaðu at leggja trýst á. Kaysten Rasmussen fekk nógv pláss og góða tíð. Seinnu ferðina var hann eisini við í málinum. Hann leyp uppum bóltin eftir innlegg úr høgru, og so var Janus Trýgvason púra blankur við handara stólpan.
VB-ÍF 1-0 (0-0)
Fuglfirðingar høvdu samband norður til Klaksvíkar, og teir vistu, at har var málleyst. Hetta bar við sær, at um teir vunnu við einum máli, so komu teir framum B68 og fingu harvið bronsukrónur og møguleika at spæla um eitt pláss í 2. deild. Tí fluttu teir í 2. hálvleiki fólkið eitt sindur longri fram, og tá fimm minuttir restaðu var um reppið, at teir skoraðu. Eyðun Ryggshamar, sum var komin inn, tá tað restaðu tjúgu minuttir, slapp einsamallur avstað, hann dró móti málverjanum, sendi í stólpan, og so stakk bólturin aftur í spæl.
Tveir minuttir fyri leiklok skoraði VB einasta málið. Rógvi Thorsteinsson hevði Tom Villy Magnussen við sær, tá hann kom einsamallur móti málverjanum, hann spældi uppá tvørs í røttu løtuni, og so vóru stigini í Vági.
Nógvi vindurin órógvaði spælið, sum tískil ikki var serliga væl skipað, men bæði liðini høvdu møguleikar. Tann besti hjá VB var, tá Bergur Winther royndi at lyfta uppum Alfred Olsen, ið akkurát fekk neglirnar á, og bestu royndina hjá ÍF hevði Jákup Helgi Egholm, tá hann í 1. hálvleiki smekkaði langskot undan vindinum, men málverjin bjargaði.
GÍ-B36 6-0 (2-0)
Gøtumenn høvdu roknað við stórari mótstøðu, tí hetta var møguleiki hjá B36 at vinna seg fram til bronsukrónur og harvið møguleikan fyri at spæla um plássið í 2. deild, sum næstbesta liðið hjá teimum stóð til at missa (treytin fyri at hetta skuldi eydnast var, at bæði B68 og ÍF taptu), men havnarmenninir komu við nógvum ungum monnum, sum vóru alt annað enn væl fyri.
Ronnie Hansen setti eftir innlegg úr høgru hol á, tá 21 minuttir vóru farnir, og Kim Petersen økti tveir minuttir fyri steðgin, tá hann dró langt í vinstru og smekkaði til úr spískum.
Í 2. hálvleiki gekk skjótt eina løtu, tá GÍ skoraði eftir 57, 58 og 66 minuttir. Kim Petersen staðfesti tennissigurin og eggið hjá B36, tá ein minuttur var eftir. Gøtumenn kundu væl havt vunnið uppaftur meiri. Teir høvdu í hvussu so er møguleikar at gera fleiri mál.
FS Vágar-B71 1-1 (1-0)
Stóri spenningurin hjá teimum í Vágum var, hvussu tað mundi fara at ganga besta vágaliðnum í Hvalba, og tað gekk sum kunnugt væl, tí teir komu norður aftur við bronsukrónunum.
Tað sá eisini út til, at tað skuldi ganga væl í 3. deild. Egil Petersen legði heimaliðið framum, tá 29 minuttir vóru farnir, og henda støðan helt sær til 89 minuttir vóru farnir. Tá javnaði ein av spælarunum, sum sandoyingar vóna kann hjálpa til í 1. deild komandi ár. Hann eitur Jóhannes Jensen.
Endi
Og so var 3. deild liðug fyri í ár. Nógv mál eru skorað, og málskjúttarnir hava verið yvir 170 í talið, umframt tey seks málini, sum eru skrásett sum sjálvmál.
Vit hava roynt at fylgt við so frægt, sum vit hava havt orku til, og vit takka trúføstu heimildarfólkunum, ið hava verið beinasom, hvørja ferð vit hava heitt á tey. Tíverri datt ? orsakað av burturferð ? umrøðan av nøkrum umførum niðurfyri beint undan summarsteðginum. Tá vóru tey fleiri, sum ringdu á blaðið fyri at spyrja, um vit ætlaðu at halda uppat at skriva um 3. deild, og tað billa vit okkum inn merkir, at tað eru tey, sum fylgja við, sjálvt um deildin ikki verður tikin í sama álvara í øllum feløgunum.