Skála gjørdi ein orduligan vørr

Ímóti viljaleysum vágamonnum eydnaðist teimum at skora tvífalt so nógv mál, sum teir høvdu fingið í átta ferðir 90 minuttir

Tað var gott lag á Skála mikukvøldið, og minurnar vóru einki serligar hjá vágamonnum, tá ið teir vóru á veg til hús aftur. Hugburðurin hjá báðum pørtum var væl skiljandi. Vágamenn høvdu roknað við torførari uppgávu á Skála, og tað var kanska ikki heilt óvæntað, at teir taptu. At teir ikki vóru heilt álvuligir við støðuna mundi meiri koma av mátanum, sum teir høvdu tapt uppá. Stutt sagt so hevði liðið hjá teimum ikki sýnt rætta hugburðin og viljan, sum skal til. Tí kann ikki sigast, at tað sær ljóst út undan vitjanini av væl uppløgdu NSÍarunum.
At lagið var gott á Skála var so sera lætt at skilja. Eftir at hava spælt átta ferðir hálvan annan tíma og einki stig at hava fingið og bara at hava fingið tvey mál, gjørdu teir hesa ferð rættuliga bart. Skálamenn høvdu rætta viljan og áræðið, sum skal til fyri at vinna dystir og stig, og teir megnaðu í leysum spæli at skora fýra mál ella tvær ferðir samlaða talið í átta teimum fyrstu royndunum í landskappingini í ár.

Javnt fyrstu løtuna
At heimaliðið fór at vinna greiðan sigur sást ikki beinanvegin. Gestirnir, sum høvdu Jens Erik Rasmussen sum hangandi álopsspælara, vóru væl fyri fyrsta korterið, tá ið teir høvdu fitta lotið undan, og tað var onkra ferðina um reppið, at teir spældu seg til møguleika.
Men so við og við fekk heimaliðið tak á miðvallarspælinum. Julian Floresco var sera væl upplagdur, og tað var góður styrkur, at Marius Joensen, sum er komin heim av flatlondum í summarfrí, var vongverji í vinstru.
Í álopinum var Bogi Gregersen, sum frammanundan var rættuliga ivasamur, tikin framum Alexander Johansen, sum slapp at hvíla seg á beinkinum allar 90 minuttirnar (Skála framdi onga útskifting). At valið fall á Boga vísti seg at vera skilagott, tí hann var stak væl upplagdur.
Arnhold Berg var við í báðum teimum fyrstu málunum. Á hálva tímanum stútaði hann hornasparksinnlegg úr høgru í málið aftanfyri Jákup Joensen, og fimm minuttir seinni helt hann so mikið nógv í egnum brotsteigi, at Niklas á Líðarenda kendi seg noyddan at bríksla fyri brotssparki og at geva miðverjanum gula kortið. Sum altíð so var Jens Erik Rasmussen tryggur úr ellivu metrum.

Heimaliðið greitt omaná
Eftir steðgin var eingin ivi um, hvønn veg stigini høvdu kós. Skála var leikliga greitt omaná, og teir spældu seg til fleiri møguleikar. Miðvallarin í høgru, Hanus Thorleifsson, legði heimaliðið framum, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru var hann púra leysur við handara stólpan og takkaði fyri.
Og so var tað, at Bogi Gregersen skoraði tvær ferðir. Tá var farið at tynnast í FS Vágar verjuni. Jóhannis Joensen, sum tá ið støðan var 2?1 sendi fríspark í uppstandaran, var farin fram, og tað var tunnligt, tá ið Bogi fekk møguleikarnar og við tveimum málum syrgdi fyri, at fótbóltshýrurin á Skála verður betri í summarsteðginum, enn hann hevur verið tær síðstu nógvu vikurnar. Og tað verður hann uttan mun til, hvussu tað fer at hilnast á Eiði sunnudagin.



Skála?FS Vágar 4?1 (1?1)
1?0: Arnhold Berg 30.
1?1: Jens Erik Rasmussen br 35.
2?1: Hanus Thorleifsson 56.
3?1: Bogi Gregersen 65.
4?1: Bogi Gregersen 84.
Dómari: Niklas á Líðarenda
Skála: Eugen Voda ? Agnar Højgaard, Arnold Berg, Dusan Jaic, Marius Joensen ? Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Alexander Jovevic, Julian Floresco ? Jónhard Frederiksberg, Bogi Gregersen
Gult kort: Arnhold Berg og Julian Floresco
FS Vágar: Jákup Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Jóhannis Joensen, Vlad Osipovs (Jpohn Johansen, 88.), Silva de Braga (Birgir Joensen, 75.) ? Jógvan H. Samuelsen (Bjarni Prior, 46.), Rói Árting (Birgir Joensen, 86.), Jens Erik Rasmussen, Ruslan Screlea, Elfinn Ørvarodd ? Clayton Soares
Gult kort: Jógvan H. Samuelsen 67., Jákup Joensen 90.