Tað verður kommunuppgerð við Løkin í Runavík, har Skála er gestur hjá steypavinnarunum í NSÍ.
Hetta er fyrsti landskappingardysturin eftir fína avrikið og 1-0 finalusigurin hjá NSÍ, sum ber við sær, at tað longu nú er greitt, at NSÍ næsta summar skal luttaka í europeisku kappingini.
-Vit kenna søguna um, at tað ofta gongur ikki væl í næsta dystinum hjá liðnum, sum hevur vunnið steypafinaluna. Vit eru hundrað prosent savnaðir um uppgávuna á heimavølli ímóti Skála í dag. Tølini siga, at hetta er stór avbjóðing. Í tveimum royndum higartil í ár hava vit bara vunnið eitt stig ímóti teimum, og tað ætla vit okkum at rætta uppá í dag, sigur NSÍ miðvallarin Karl Løkin.
Bæði Karl Løkin og Pól Jóhannus Justinussen eru leikbannaðir ídag. Tað er ivasamt, um Árni Frederiksberg og Bárður J. Hansen vera førir fyri at spæla. Teir venja aftur eftir skaðasteðg.
Skála er ikki sloppið undan hóttanini av niðurflyting. Miðvallarin Edvin Jacobsen hevur gott mót undan ferðini yvir um fjørðin:
-Vit fyrireika okkum at fara til Runavíkar fyri at vinna øll stigini. Vit vunnu fyrr í ár vunnið og spælt javnt ímóti NSÍ, og tað halda vit okkum eisini hava møguleika fyri ídag. Sjálvsálitið er stórt, og vit eru sera fokuseraðir, sigur Edvin Jacobsen.
Allir Skála spælararnir eru tøkir uttan Jákup Johansen, sum er langtíðarskaddur.