Í 2005 endaði Skála á triðja plássi í bestu føroysku deildini. Ájavnt í stigum við HB, og fýra aftanfyri B36, sum endaði á fyrsta plássi. Mangan var nærmast fullsett í stóra skýlinum og mótstøðan ræddist skjóta og góða spælið á Skála.
Síðani er nógv vatn runnið úr ánni og felagið hevur verið heilt niðri í triðjbestu deildini og vent. Nú er Skála at finna í 1.deild, men áhugin er ikki heilt tann sami. Sjálvt ikki ein stimi upp á tólv dystir uttan tap fingu skálafólk at fara at stuðla liðnum týskvøldið, tá AB var á vitjan.
Taldi tú ikki argjafólkini við, so mundu viðhaldsfólkini hjá Skála kunna teljast á fáum hondum.
Veðrið var eisini av tí besta og fleiri høvdu eisini leita sær út í sólina at sita, heldur enn at sita í skýlinum.
Vánaligur fótbóltur á einum vánaligum vølli
Vøllurin á Skála er ein av teimum við svørtum gummikúlum, sum gera tað torført at spæla eftir vøllinum. Serliga torført er at fáa nakað fótbóltsspæla at koyra, tá hann er turrur, sum hann var týskvøldið.
Tað sást eisini aftur á spælinum, sum fyri tað mesta gekk fyri seg á miðjuni. Sjáldan høvdu leikarar stundir og møguleika fyri at temja bóltin, og tí endaði tað fyri tað mesta við longum bóltum í báðum endum.
– Vøllurin er turrur í dag og tað ger tað sera torført at spæla á honum, staðfesti tann bara 22 ára gamli venjarin hjá Skála, Eliesar Jónsson Olsen.
Argjamenn vóru omaná í fyrra hálvleiki og einar tvær ferðir var nær við, at teir løgdu seg á odda. Serliga vóru tað deyðbóltsstøður, sum vóru vandamiklar. Alex Mellemgaard og Dion Splidt tóku sær skiftivís av fríspørkum og hornaspørkum, meðan Dion Splidt eisini tveitti fleiri innkøst langt inn í brotsteigin hjá skálamonnum, sum tó fingu vart fyri hvørja ferð.
Í hálvleikinum sat ein við kensluni, at tað var meiri upp til AB at vinna dystin, meðan Skála fyri tað mesta hekk eitt sindur í.
Hamskiftir skálamenn
Var AB omaná í fyrra hálvleiki, so vendið dysturin á høvdið í seinna hálvleiki. Nú rann AB aftaná røsku skálamonnunum, sum fyri tað mesta myndaðu spælið. Men søgan var tað sama sum í fyrra hálvleiki. Fyri uttan onkrar langar sendingar inn um verjurnar, so vóru tær flestu vandastøðurnar eftir deyðbóltar.
Avgerandi løtan í dystinum kom tíggju minuttir fyri tíð, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Skála. Argjamenn vóru ónøgdir við dømingina. Bólturin kom innfyri og argjamenn vilja verða við, at einki órætt fór fram, tá ein AB leikari stútaði bóltin vekk.
Hóast tað gekk rúm tíð aðrenn skotið var, tí dómarin mátti sissa bæði leikarar og venjarar hjá AB, so var Ólavur Mikkelsen tryggur úr ellivu metrum.
Sum seinni hálvleikur spældi av, so lá tað í luftini at tað fór at verða Skála, sum fór at skora um nakað mál skuldi koma.
– Vit trúgva upp á tað
Við sigrinum er Skála nú ósigrað í 13 dystum á rað og nærkast so smátt uppflytingarstríðnum.
– Av hasum trettan dystinum hava vit spælt fimm javnleikir og tað hevur tó talt eitt sindur niður, sigur Skála venjarin.
Nú eru sjey stig upp til AB, og átta stig upp til 07 Vestur, sum er mótstøðan komandi vikuskiftið.
– Nú manglar 07 Vestur, so hava vit vunnið á øllum toppliðnum. Seinast vit spældu ímóti teimum spældu vit javnt, men teir skoraðu ikki fyrr enn í 85. og 92. minutti, sigur Eliesar Jónsson Olsen nú Skála hevur vunnið á B71 og AB upp á fýra dagar.
Vinnur Skála móti 07 Vestur fríggjakvøldið, so eru bara fimm stig upp til uppflytingarplássini.
– Vit hava eitt ungt lið og tað hava verið nakrar broytingar á liðnum frá í fjør. Nú er liðið samanspælt og vit trúgva sjálvandi upp á at eisini kunnu vinna á 07 Vestur, sigur Skála venjarin víðari.
Fyri Skála kemur tað illa við, at Sjúrður Djurhuus og Erland Berg Danielsen fara av landinum eftir summarsteðgin
07 Vestur nýtt oddalið
07 Vestur var á vitjan í Runavík og vann 3-1. Tað var annars NSÍ, sum kom á odda við máli, sum Eddie Mikkelsen skoraði. Seinasta korterið fyri hálvleiki vendu Tór-Ingar Akselsen og Jovan Panic dystinum við hvør sínum máli.
NSÍ trýsti í seinna hálvleiki og kom fram til nakrar møguleikar, men eitt korter fyri tíð fall avgerðin, tá Tór-Ingar Akselsen stútaði eitt innlegg úr høgru í mál.
B71 misti aftur stig og er nú heili 16 stig frá uppflytingarstrikuni. Teir taptu 3-1 fyri EB/Streymi í Streymnesi. HB vann 1-0 í Leirvík móti Víkingi. Einsamalla málið skoraði Jógvan Andrias Nolsøe fimm minuttir fyri hálvleik.
Á Toftum var KÍ á odda 2-0 í hálvleikinm, umframt at B68 fekk ein mann útvístan. Men í seinna hálvleiki minkaðu toftamenn um munin, men brendu gylta møguleikan, tá teir fingu brotsspark.