FÓTBÓLTUR
Undan síðsta umfari í næstbestu deildini var størsti spenningurin um seinna niðurflytingarplássið, tí har vóru ikki færri enn trý lið, sum vóru í beinleiðis vanda. Ringast var støðan á stigatalvuni hjá FC Hoyvík, ið var aftast av teimum trimum, men í evstu løtu fekk yvirhálað bæði NSÍ og Skála, sum bæði taptu.
Hinvegin hevði FC Hoyvík lættastu mótstøðuna av teimum trimum, tí MB var longu langt síðani farið niður í triðbestu deildina, meðan tey bæði liðini í Runavíkar kommunu máttu taka til takkar við at gerast partur av kappingini um gullið og silvurið í 1. deild hjá monnum, har bæði vóru við undirluta.
Sostatt gjørdist tað Skála, ið annað árið á rað mátti flyta niður. Fyri bara tveimum árum síðani vóru skálamenn partur av bestu mansdeildini, men noyddust í fjør at fara niður saman við B71. Og nú hetta árið er liðugt, er munur á úrtøkunum hjá teimum báðum niðurflytarunum, tí meðan Skála fer longur niður, hevur B71 aftur vunnið sær sæti í bestu deildini.
Liðini, sum hinvegin flyta upp úr triðbestu deildini, eru AB og EB/Streymur, so næsta ár verða ikki færri enn seks av teimum 10 liðunum í næstbestu deildini lið, ið eru tey næstbestu í sínum feløgum, tí tey eru umboðað í Vodafonedeildini. Talan verður um HB, Víking, B68, NSÍ, AB og EB/Streym, meðan hini verða TB, FC Hoyvík, 07 Vestur og KÍ.
Einki óvæntað
Í teimum fimm dystunum leygardagin vóru sum so eingi óvæntað úrslit, og tí broyttist lítið og einki á stigatalvuni, burtur sæð frá, at FC Hoyvík slapp upp um strikuna og Skála datt niðurum.
Skála hevði vitjan av VB/Sumba, sum í fyrra hálvleiki kom framum 2-0 og í seinna hálvleiki fekk eitt mál aftrat. Sostatt varðveitti suðuroyarliðið fremsta plássið og vann deildina, umframt at hava vunnið sær uppflyting.
Hin uppflytarin, ið eisini var greiður undan seinasta umfarinum, B71, gjørdi sína skyldu ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Í fyrra hálvleiki fingu liðini eitt mál í part – B71 skjeyt tó bæði – men í seinna hálvleiki fingu sandoyingarnir fimm mál, harav Mads Hentze skoraði tey trý. Tí fekk B71 silvur.
Á Sevmýri tók aldursforsetin, TB, ímóti B68, sum í ár hevur argað fleiri av góðu liðunum. Og tað gjørdi B68 eisini fyrstu løtuna, tí gestirnir komu á odda 2-0, áðrenn TB kom í gongd og vann seg upp á 3-2. B68 javnaði, men so fór TB upp á 5-3 og vann at enda 5-4. Tað rakk til bronsu, men enn eina ferð mátti TB síggja onnur lið flyta upp.
Víkingur og HB møttust í Leirvík, har Víkingur royndist drúgvari og vann 3-1. Tað skumpaði Víking upp á fimta plássið, meðan HB misti møguleikan at taka bronsuna og endaði á fjórða plássi.
Í fimta dystinum tók MB ímóti FC Hoyvík, sum bókstaviliga spældi fyri lívinum. Og so hvørt sum tey fýra málini komu inn, frættu hoyvíkingar frá dystunum hjá NSÍ og Skála, at tey fingu alsamt fleiri mál ímóti sær, og so kundu tey í FC Hoyvík gleðast um, at liðið hevði bjargað sær í deildini.