Um vit hyggja á stigatalvuna sæst at hetta verður ein áhugaverdur dystur at fylgja, tvey lið, ið man í stíli kann samanbera. Bæði liðini hava eina sterka verju, og lata ikki nógv mál inn, samstundis hava bæði liðini nógvar skjótar spælarar frameftir.
Seinast liðini møttust vann KÍ ein tættan dyst 1-0.
Skála byrjaði árið serstakliga væl, men hava síðan havt tað eitt sindur trupult, hetta kann júst vera rætta løtan at venda gongdini og koppa oddaliðinum.
Skálavenjarin Eyðun Klakkstein sigur soleiðis um dystin:
-Eg vænti mær ein dyst har bæði liðini tora og vilja spæla fótbólt, eg vænti hetta verður ein tættur dystur, ið verður avgjørdur uppá marginalar.
Skálavenjarin hevur nógva virðing fyri KÍ og væntar ikki at teir koma til dystin í kvøld at vera verjusinnaðir, sum vit hava sæð fyrr. Hann væntar eitt KÍ lið ið fer at leggja nógv fyri frameftir.
-Bæði liðini hava rættliga skjótar spælarar frameftir, og hetta hevur við sær, at øll misstøk kunnu revsast. Eg vænti at hetta verður ein dystur, ið verður avgjørdir uppá umstillingar.
Sigur Eyðun Klakkstein, venjari hjá Skála.
Petur Asbjørn Lervig sigur frá dystinum á FM 1 kl 19