Fótbóltur
KÍ vinnur einki gull í ár. Tað varð greitt, tá ið 16 ára gamli Skála málverjin Hans Jørgensen tveitti seg rætta vegin og við aðrari hondini vardi fyri sættu brotssparksroyndini hjá KÍ. Skála skoraði upp á øll síni seks brotsspørk, og allir klaksvíkingarnir høvdu skorað, áðrenn miðverjin Jan Andreasen – mest eyðsýndi heimamaðurin - royndi seg.
Eftir vanliga leiktíð var málleyst, og heldur ikki í longdu tíðini kom nakað mál. Skála spældi stóran part av longdu tíðini við tíggju monnum, eftir at innskifti Poul N. Poulsen hevði sæð púra óneyðugt reytt kort.
Hóast skálamenn vóru undirmannaðir, so megnaðu teir síðstu løtuna at syrgja fyri, at bólturin fyri tað mesta var á KÍ hálvuni. Men málmøguleikarnir vóru fáir og smáir. Mynstrið í uppspælinum hjá Skála kendist fjøltáttari og skilabetri enn tað hjá heimaliðnum, men tyngdin og broddurin restaðu.
Klaksvíkingar sýndu góðan hugburð, men teir evnaðu illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Kristian á Lakjuni varð skaddur undir upphitingini, og tí fekk unglingaspælarin John Hammer fyri fyrstu ferð møguleikan á sentrala miðvøllinum.
- Hetta var spennandi, men eg haldi ikki, at fótbóltsspælið var nakað serligt. Vit fáa ongantíð rættuliga glið á. Hjá KÍ er tað kanska eitt sindur frægari. Tá ið tað kemur til brotsspørk, eru tað nervarnir og hepni, sum spæla inn, og í dag fall tað okkara veg, staðfesti Skála venjarin John Petersen.
Síðani John Petersen tók við ábyrgdini á Skála, hevur liðið vunnið fýra landskappingardystir og spælt ein javnan. Í Klaksvík vunnu teir eftir longda leiktíð fyrsta steypadystin. Harvið hevur Skála framvegis møguleika at røkka steypafinaluni, sum teir ongantíð áður hava verið í.
Ein av profilunum á Skála liðnum er 16 ára gamli málverjin Hans Jørgensen. Hann hevur vart málið seks ferðir, og sunnudagin var fimta ferðin, at einki mál fór ígjøgnum hjá honum:
- KÍ hevði meiri trýst, men vit í verjuni gjørdu okkara, og eg kann ikki siga frá, hvussu gott tað kendist at bjarga brotssparki, segði ungi maðurin, sum liðfelagarnir lyftu og lættu, tá ið hann hevði bjargað síðsta KÍ brotssparkinum.
Skála missir í summar óføra málverjan:
- Í juli fari eg niður til Fremad Amager. Eg síggi fram til at fáa møguleikan at menna meg sum málverja, sigur 16 ára gamli málverjin, sum aftur hósdagin royndist stak væl.
Hóast teir vórðu sendir úr steypakappingini, so var KÍ liðformaðurin Heðin á Lakjuni ikki púra fyri ongum:
- Eg haldi, at talan var um uppreisn. Vit megnaðu málleysan javnleik ímóti Skála, sum seinastu tíðina hevur verið sera væl fyri. Vit stríddust og spældu betri, enn vit hava gjørt fleiri ferðir seinastu tíðina, helt Heðin á Lakjuni, sum ikki ynskti at gera stórvegis viðmerkingar til venjarastøðuna. Samstundis ásannaði hann, at tað sjálvandi ávirkar, at støðan er, sum hon er.
Fakta
KÍ-SKÁLA 0-0
Brotssparkskapping
0-1: Alexandur Johansen
1-1: Heðin á Lakjuni
1-2: Levi Hanssen
2-2: Kristoffur Jacobsen
2-3: Slavisa Kaplanovic
3-3: Símun Joensen
3-4: Rúni Rasmussen
4-4: Gunnar Nielsen
5-5: Rói Jacobsen
5-5: Meinhard Joensen
5-6: Pætur Dam Jacobsen
Jan Andreasen misnýtti.