20. UMFAR SAMANUM
Sunnudagin tóku teir á Skála enn eitt fet móti fyrsta FM heitinum nakrantíð. Eftir at tað í 1. hálvleiki hevði verið tungt í Vági staðfestu Johan Nielsen og hansara menn væl og virðiliga, at teir í løtuni eru besta boðið upp á fremsta plássið eftir 27. og síðsta umfarið, sum verður á skránni leygardagin 22. oktober, tá ið Skála á heimavølli skal spæla móti GÍ.
Áður er víst á, at oyggjauppgerðirnar í Eysturoy eru strævnar, og at tær ikki altíð geva ta úrtøkuna, sum tað kann roknast við, at oddaliðið fær. Dømi um hetta eru uppgerðirnar hjá Skála móti ÍF. Fuglfirðingar og Skálahava higartil í ár spælt tvær ferðir, og báðu ferðirnar hevur tað verið javnt.
Sunnudagin fáa skálamenn nýggjan møguleika móti ÍF, sum skal vitja vestanfyri á Skálafjørðinum. Á pappírinum tykist henda avbjóðingin av vera ein av teimum løttu, sum eru eftir á Skálaskránni, men ÍF hevur altso tvær ferðir fyrr í ár - eina ferð á Skála og eina ferð í Fuglafirði - megnað javnleik móti Skála.
Umframt móti ÍF skal oddaliðið tríggjar aðrar ferðir stríðast móti Eysturoyar feløgum: 25. september skal Skálaspæla í Runavík,16. oktober skal Skálaspæla á Eiði, og so skal GÍ spæla á Skála 22. oktober.
Skálaer oddalið, og møguleikin hjá teimum at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð og at gerast fyrsti vinnarin av Formula-deildini er størri, enn hann nakrantíð áður hevur verið. Men tað standa nógvar avbjóðingar fyri framman, og umframt tær omanfyri nevndu skal Skálaspæla í Klaksvík, har heimaliðið er sera kroyst, á heimavølli móti HB, sum sambært støðutalvuni framvegis er størsti kappingarneytin til FM og í triði síðsta umfarinum á Sevmýri, har teir kunnu rokna við, at TB fer at stríðast fyri lívinum í bestu deildini. Talan er bara um stórar uppgávur, og tað er eingin ivi um, at Johan Nielsen nýtir øll síni evni og allar sínar royndir at halda spentu skálamonnunum á jørðini og at syrgja fyri, at teir bara hava fokus á næstu avbjóðingini, sum er tann sunnudagin, tá ið ÍF skal spæla á Skála.
Biðlarnir
Umframt Skálaeru tað trý feløg, sum mugu roknast at hava møguleika at vinna FM. EB/Streymur misti næstsíðsta vikuskifti tvey stig á heimavølli móti ÍF, og tann missurin kostaði teimum - í hvussu so er í fyrsta umfari - møguleikan at blanda seg í meistarastríðið. Sunnudagin vann EB/Streymur í Klaksvík, men støðan er í løtuni soleiðis, at teir skulu fáa hjálp frá øðrum, um teir av álvara skulu sleppa upp í part.
Heiðursmerkjamøguleikin er framvegis góður hjá EB/Streymi, og tað er áhugavert at leggja sær í geyma, at millum uppgerðirnar, sum eru eftir í sjey teimum seinastu umførunum, eru tær, tá ið oddaliðini skulu vitja á Mølini - HB fyrst og síðani B36 og SKÁLA, sum skal spæla á Eiði í næstsíðsta umfarinum.
HB, B36 og NSÍ kunnu taka meistaraheitið frá teimum á Skála. Hóast HB hevur verið alt annað enn sannførandi, so er tað sera merkisvert, at trífaldu meistararnir framvegis hava møguleika fyri sjálvir at gera av, um teir skulu gerast meistarar. Setningurin hjá HB er at vinna allar sjey ferðirnar. Størsti lykladysturin hjá HB verður tann á Skála. Har hevur HB fyrr í ár tapt 4-3. Í 23. umfarinum, sum er á skránni 18. september, fær HB nýggjan møguleika á Skála. Um tað fer at eydnast teimum at fáa fult ta ferðina og í hinum avbjóðingunum, sum liggja fyri framman, so fer at síggja ljóst út.
Men longu leygardagin, tá ið havnarmenninir skulu norður á Mølina, kann HB missa møguleikan at hava avgerðina í egnum hondum. HB hevur áður havt trupulleikar á Eiði, og hóast HB aftur og aftur megnar stóra úrtøku, so hava fyritreytirnar onkra ferðina kenst betri, enn tær eru júst nú.
B36 hevur nú mist seks stig móti NSÍ. Tann missurin verður stórur, tá ið tað 22. oktober skal gerast endaliga upp. B36 hevur UEFA CUP hósdagin at hugsa um. Tað kann ikki útilokast, at henda velduga avbjóðingin spældi teimum eitt lítið puss sunnudagin. Tíbetur fyri B36 skulu teir ikki so langt næsta sunnudag, tá ið VB fer at vitja í Gundadali, og næstu vikurnar síggja ikki so øgiligar út hjá B36.
NSÍ hevur fingið størri úrtøku síðani summarsteðgin, enn nakar annar hevur megnað. Venjarin roknar avbjóðingina á Sevmýri næsta sunnudag at fara at verða heilt stóra. NSÍ hevur fyrr í ár havt trupulleikar at fáa mál móti TB, og nú fer tað at vísa seg, um NSÍ fer at hava sama format á Tvøroyri, sum Skálasunnudagin hevði í Vági. Hjá NSÍ eru annars næstu vikurnar fleiri tungar lokaluppgerðir á skránni: EB/Streymur á heimavølli, GÍ í Gøtu, Skálaá heimavølli og í næstsíðsta umfarinum skal ÍF, sum so ofta hevur spælt NSÍ eitt puss, spæla í Runavík.
Botnurin er tungur
At GÍ sunnudagin fekk trý stig við sær út aftur um Varmakeldueið, bar við sær, at gøtumenn fingu eitt sindur av luft í stríðnum fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflytingini. GÍ er nú átta stig frá aftasta sessinum, og tað skal vilja meiri enn illa til, um gøtumenn ikki skulu megna at renna undan tí sessinum. Tað kundi komið fyri, at aftastu liðini ikki fara at megna at lyfta seg upp á so stóra úrtøku.
Einki av hinum fýra aftastu fekk stig í 20. umfarinum. TB tapti greitt í Gundadali móti HB, KÍ megnaði ikki at halda tørn eftir leiðslu á heimavølli móti EB/Streymi, ÍF fall á heimavølli móti GÍ, og VB smokkaði í 2. hálvleiki heilt á heimavølli móti skálamonnum.
KÍ og TB eru niðast. Tí eru hesi bæði framvegis bestu boðini upp á niðurflyting, og vágbingar tykjast eisini at liggja eitt sindur tungir í sjónum. Burtursæð frá innanhýsis uppgerðunum tykist tað at vera ilt at ímynda sær, hvørjum niðast staddu feløgini skulu fáa stig ímóti. Lyklauppgerðirnar viðvíkjandi niðurflytingini verða tískil hesar: ÍF-VB í 22. umfari, VB-KÍ í 23. umfari, KÍ-ÍF í 24. umfari, TB-VB í 26. umfari og ÍF-TB í 27. umfari.
21. umfar verður á skránni næsta vikuskifti. HB skal leygardagin spæla á Eiði, og sunnudagin verður spælt soleiðis: SKÁLA-ÍF, TB-NSÍ, GÍ-KÍ og B36-VB. Men áðrenn tað verður komið so mikið langt, skal B36 hósdagin royna at syrgja fyri, at eitt føroyskt felag fyri fyrstu ferð nakrantíð megnar at spæla seg víðari í europeiskari kapping.