Skála: Spælt ólógligt í alt ár

Jákup Jacobsen hevur spælt 23 ólógligar dystir fyri Skála í ár. Tað var ikki fyrr enn hann spældi við 2. deild, at kæra kom ólógliga spælaran

Á Skála kunnu tey anda lættari aftur. Reglugerðin hjá Fótbóltssambandinum sigur, at feløgini hava fimm dagar at kæra. Tí verður 1.deildarliðið hjá Skála, sum er flutt upp í Effo-deildina, ikki revsað.
Tað er eftir útsetta 2.deildar dystin, millum Skála og FC Suðuroy tann 7. septembur, at ein kæra kemur á borðið hjá Skála, um at Jákup Jacobsen var ólógligur spælari, tí spælaraloyvið hjá honum liggur í Danmark hjá IFS, sum er ein undirdeild hjá FC Midtjylland.
Hann hevði fram til tá spælt við í 23 av dystunum hjá Skála í 1.deild. Til hendan útsetta dystin, sum var í einum landsliðsvikuskiftið, var Jákup Jacobsen at finna á 2. deildarliðnum, sum spældi móti FC Suðuroy.
FC Suðuroy kærir ólógliga spælaran og tað er einki at taka feil av. Hann hevur ikki spælaraloyvið á rætta stað og tí vinnur FC Suðuroy kæruna.

Feilur frá okkara síðu

Á Skála viðurkenna tey, at tey hava gjørt ein feil.
- Vit skuldu sjálvandi havt kannað øll spælararloyvini undan kappingini, men tað sigur eitt sindur um støðuna, at onki av hinum feløgunum í 1.deildur havt mistanka um, at hann ikki hevur spæliloyvið her. Hann er uppvaksin í Skála og hevur altíð spælt her, sigur Bjørg Olsen, samskipari í fótbóltsfelagnum Skála.
Tað er í august mánaði í fjør, at Jákup Jacobsen fer niður á fótbóltsskúla í Ikast í Danmark. Tað er fyrrverandi formaðurin í felagnum, Hans Jákup Andreasen, sum flytir spælaraloyvið. Í feburar mánaði kemur nýggj leiðsla til, men ongin gevur sær far um, at spælaraloyvið hjá Jákupi Jacobsen ikki er á Skála.
Hann spælir tí sum allir hinir í felagnum fram til 7. septembur, tá FC Suðuroy kærir.

Spælt 23 dystir
Jákup Jacobsen hevur spælt 23 dystir fyri 1. deild hjá Skála í ár. Hann hevur eftir 25 umfør spælt í 2070 minuttir. Tað er triðj mest av øllum á Skála liðnum. Jákup er tjúgu ára gamla og hevur hvørt kappingar ár, síðani 2008, spælt í vaksmannadeildini hjá Skála.
Skála fekk boðini um, at Jákup Jacobsen er ólógligur spælari undan dystinum móti B71 í farnu viku, og tí sat hann yvir tá.

- Bittur at FC Suðuroy kærir

Tað sigur Bjørg Olsen, samskipari hjá Skála. Hon er lítið fegin um, at FC Suðuroy velur at kæra ólógliga spælaran, tí hon metir, at Skála hevur gjørt FC Suðuroy fleiri tænastur í hesum kappingarárinum.
- Tað er bitturt, at FC Suðuroy velur at kæra ólógliga spælaran. Av røttum skuldi dysturin verið spældur tá Summar Festivalinum var, men FC Suðuroy setti fram ynski um at flyta dystinum, tí teir ikki kundu manna lið. Hesum gingu vit á møti. Tí er tað bitturt, at júst hesin dysturin skuldi kosta okkum, sigur Bjørn Olsen og leggur afturat.
- Eisini í 1. deild gingu vit teirra ynski á møti, um at býta um dyst, í samband við brúdleyp í Suðri, sigur Bjørg.

- Vit høvdu mannað lið

Tað sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy.
- Hatta var ein fyrispurningur, sum okkara spælarar komu við, tá teir sóu at dysturin var á Summar Festivalinum. Um dysturin ikki var fluttur, so høvdu vit mannað lið alíkavæl, sigur Julius Vest Joensen um ákoyringarnar av Skála.
Hann vísir á, at hetta var ein fyrispurningurin, sum kom minst ein mánað undan dystinum, og tí var ikki talan um at FC Suðuroy var komið í neyð av spælarum.
- Hetta var ikki ein fyrispurningur, sum vit komu við mánadagin fyri dystin. Hetta var ikki nakað, sum kom av at vit ikki høvdu fólk klár, sigur formaðurin í FC Suðuroy.
Julius Vest Joensen vísir eisini á, at FC Suðuroy hevur tapt dystir, so seint sum í ár, á skrivaraborðinum.
- Vit eru ikki leysir av niðurflyting og hava eisini mist stig, tí onnur lið hava kært okkum. Tá var talan um spælara, sum altíð hevur spælt við okkum, sigur Julius Vest Joensen víðari.

- Mugu broyta mannagongdirnar

Julius Vest Joensen heldur tó, at tað mugu broytingar í mannagongdirnar, tá spælarar, sum hava altíð hava umboðað eitt og sama felag, ikki hava spælaraloyvið upp á pláss.
- Í okkara føri hevur talan verið um spælarar, sum altíð hava spælt í FC Suðuroy. Tað kann ikki verða meiningin, at vit skulu revsast so hart, tí teir ikki eru skrásettir. Tað er nakað annað, tá ein spælari akkurát hevur skift og spælaraloyvið liggur eftir, sigur Julius Vest Joensen, sum leggur afturat, at hetta er vert at taka upp á aðalfundinum hjá FSF.

Kassi 1:

Kærufreistin varð sett til viks

Tað er ikki heilt rætt, tá aðalskrivarin hjá FSF, sigur tey ongan tíð áður hava hugt fleiri dystir aftureftir, tá mál um spæliloyvi verða viðgjørd

Tróndur Arge

Í øllum førum tvær ferðir hevur FSF nevnliga sæð burtur frá hesum.
Fyrru ferðina var í 2005, tá B36 varð dømt at tapa dyst í 2. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Tann dysturin varð spældur 20. mars í 2005, og 28. mars vísti Sosialurin á, at spæliloyvið hjá Eyðuni Højgaard, sum tá spældi við B36, ikki var í rættlag, eftir at spælarin hevði verið í Danmark í útbúgvingarørindum.
Hóast eingin hevði kært, so tók FSF málið upp av sínum eintingum, og B36 varð dømt at tapa dystin, sum varð spældur móti júst Skála. Og hóast B36 kærdi úrskurðin, so broytti hetta einki.
Árið eftir var sonevnda Páll Mohr Joensen-málið á lofti. Tá tvíhelt FSF um, at HB skuldi dømast at tapa fleiri dystir, tí felagið hevði gloymt at fingið spæliloyvið hjá Páll við, eftir at hann hevði verið útlæntur til NSÍ. Bæði kappingarnevnd og dómsnevnd hjá FSF staðfestu avgerðina, men ítróttadómstólurin hjá ÍSF – sum tá hevði evsta vald innan spurningar av hesum slag – ógyldaði tó hesar avgerðirnar. Merkisvert er, at ítróttadómstólurin ikki fríkendi HB fyri nakað mistak, men staðfesti prosedurufeil í málsviðgerðini hjá FSF, sum tí varð kolldømd.

Virgar Hvidbro: Einki fortilfeldi við størri revsing

Tað sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum. Hann leggur dent á, at FSF ikki fer at biðja Aganevndina um at hyggja nærri at málinum, um ólógliga spælaran hjá Skála.
- Skála 2.deild verður dømt at tapa dystin móti FC Suðuroy, tann 7. septembur í ár. Tað er endaliga staðfestingin, sigur Virgar Hvidbro.
Hóast Skála í 23 dystum í 1.deild í ár hevur brúkt ein ólógligan spælara, so fær tað ikki fylgir fyri 1.deildar felagið, tí kæran ikki var um ein dyst í 1.deild. Hevði talan verið um 1.deildar dyst, so hevði revsingin bara verið fyri tað eina dystin, sum bleiv kærdur. Tað leggur aðalskrivarin í fótbóltssambandinum fast.
- Vit hava á hvørjum ári nøkur dømi av hesum slag. So seint sum í fjør eru tvey líknandi dømi. Eitt í 2.deild og eitt í gentum 14-17 ár. Í báðum førum verður liðið dømt at tapa kærda dystin, sigur Virgar Hvidbro.

Málið verður ikki tikið upp
Málið, um Skála skal revsast harðari enn við taptu stigunum í 2.deild, verður ikki tikið upp. Tað er einki fortilfeldi, ið vísur á tað. Fótbóltssambandið kann heita á Aganevndina um at taka eitt má upp, men tað verður ikki, slær Virgar Hvidbro fast.
Sostatt verður Skála ikki revsað fyri at hava brúkt ein spælara ólógliga í 23 dystum. Kærufreistin er fimm dagar, og verður ikki kært innan tá, so fellur málið burtur.

Nýggj skipan skal fyribyrgja
FSF er saman við enskari fyritøku í holt við at menna eina nýggja skipan, ið skal fyribyrgja at feløg kunnu nýta spælarar, sum ikki hava spæliloyvið í ordan.
Hendan skipanin er talgild og gevur ljóð frá sær, um ein spælari eitt nú ikki hevur spæliloyvið í ordan, ella hevur leikbann.
Undan hvørjum dysti verða liðini skrivaði inni á talgildan dómaraseðil. Hevur spælari ikki spælaraloyvið á rætta stað, so er spælarin ikki at finna hjá liðnum, og kann tí ikki skrivast á dómaraseðilin.
- Hetta er ein skipan, sum vónandi verður tøk til komandi kappingarár, sigur Virgar Hvidbro at enda.