2. deild
Í ítróttatíðindunum í Útvarpi Føroya leygarkvøldið 25. august varð róð framundir, at Skála Ítróttarfelag hevur broytt støðu í kæruni, sum varð send Fótbóltssambandi Føroya, eftir 2. deildardystin móti HB 12. august í ár. Sagt varð, at Skála, fyri at vísa góðan ítróttaranda, umhugsaði at at góðtaka, at dysturin skal spælast av nýggjum.
Hetta hevur einki hald í veruleikanum, og tíðindamaðurin hevur ikki fingið hesa tíðindi váttað. Hvørki frá nevndini ella frá nøkrum øðrum ábyrgdarpersóni á aðrudeildarliðnum hjá felagnum.
Veruleikin er tann, at Skála áðrenn dysturin varð spældur, gjørdi HB vart við, at spældu teir báðir leikararnir við í dystinum, so varð kæra send kappingarnevndini hjá FSF HB brúkti leikararnar, og tí kærdi Skála.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur viðgjørt kæruna og givið Skála viðhald, og har stendur málið, til HB hevur gjørt av, um teir fara víðari við tí.
Skála hevur kært um, at HB brúkti tveir leikarar, sum høvdu leikt í 1. deild vikuskiftið frammanundan. Sambært grein 8, 1 stk, í kappingarreglunum er ikki loyuvt leikara at flyta niður í lægri deild uttan so, at teir hava sitið ein dyst yvir í hægru deildini. Fyrstudeildardysturin millum GÍ og HB, sum sambært kappingarskipanini varð dagsettur tyil 11. august, varð útsettur til eina ferð í september, og tí høvdu leikararnir ikki sitið kravda dystin yvir. Hetta er brot á reglurnar, og í slíkum førum er bara ein avgerð hjá kappingarnevndini at taka, at tað er at døma HB at tapa dystin.
Síðani dysturin varð leiktur ? og síðani kæran varð send inn ? hevur Skála fingið upplýst og váttað, at annar av leikarunum, sum kært er um, varð leikbannaður við trimum gulum kortum. Sambært stk. 13 í frágreiðingini til kappingarreglurnar verður sagt um niðurflytingar, a tleikari, sum er leikbannaður í t.d. 1. deild, ikki hevur loyvi til at leika við lægri deild, fyrr enn hann hevur sitið leikbannið av. Tað heur hesin leikarin hjá HB ikki, og tí er eisini tann reglan brotin. Leggjast kann afturat, at leikarin sat leikbannið av, tá 1. deild hjá HB leikti móti VB í Vági vikuskiftið eftir dystin millum 2. deildarliðini hjá Skála og HB.
HJvat viðvíkur partinum um góðan ítróttaranda heldur Skála, at felagið hevur hildið seg innanfyri mark og reiðiliga tað. Felagið hevur undan dystinum gjørt mótstøðuliðnum púra greitt, at vórðu ólógligu leikararnir nýttir, varð kæra send FSF.
Vit hava skilt, at HB hevur fingið loyvi at brúka leikbannaða leikaran, hóast hetta er greitt brot á reglurnar. Kortini valdi felagið at brúka enn ein 1. deildarleikara, sum heldur ikki leyk treytirnar í grein 8, stk. 1 í kappingarreglunum. Sostatt er tað ikki Skála, sum hevur borið seg skeivt at, men HB. Tí halda vit tað vera púra burturvið at seta spurnartekin við ítróttarandan hjá Skála í hesum føri.
Málið er uppstaðið, tí tað er tvístøða millum HB og FSF. HB sigur seg hava fingið loyvi frá FSF at brúka leikaran, meðan FSF sigur seg ikki hava givið hetta loyvi. Hvør sigur satt í hesum føri, vilja vit ikki taka støðu til, tí tað er ikki okkara borð. Haraftur ímóti rakar tað okkum, at mótstøðulið brúkar leikarar, sum tey ikki hava loyvi til sambært kappingarreglunum, og tað er tað, sum felagið hevur kært um.
At enda vilja vit gra vart við, at tað er serstakliga óheppið, at Útvarp Føroya ber tíðindi, sum als ikki hava hald í veruleikanum, og serliga tá einki er gjørt fyri at kanna, um held er í teimum.