Skúlabørnini, sum ikki kunnu ganga í skúla

Genturnar, sum ganga í skúla í Holy Cross Primary School í Belfast, eru aftur vorðnar miðdepil í stríðnum millum protestantar og katolikkar

Tey flestu munnu minnast myndirnar av teimum grátandi skúlagentunum í býarpartinum Ardoyne í Belfast, sum hóast vardar av løgregluni vórðu fyri ógvusligum ágangi, tá tær vóru á veg í skúla ella á veg aftur til hús eftir skúlatíð. Protestantarnir vildu ikki lata genturnar ganga ígjøgnum eina gøtu, tí tey flestu, sum búgva har, eru protestantar.
Hetta var seinasta heyst, men seinastu tíðina hava genturnar fingið frið at ganga til og úr skúlanum.
Men so er ikki longur. Mikudagin forðaðu óðir protastantar teimum katólsku gentunum at sleppa heimaftur úr skúlanum. Foreldrini komu gentunum til hjálpar, og so brustu partarnir saman. Løgreglan varð boðsend, men tað hjálpti ikki stórvegis. Ein løgreglumaður noyddist á sjúkrahús, og ein bilur hjá løgregluni fór upp í royk, tá onkur tveitti eina bensinbumbu eftir honum. Bensinbumbur vóru ikki einasta vápnið, tí fleiri høvdu skammbyrsu uppi á sær.
Løgreglan í Belfast heldur, at stríðið um skúlavegin hjá teimum katólsku gentunum er kyknað aftur, tí protestantarnir leggja nakrar katolikkar undir at hava órógvað eitt protestantiskt minningarhald fyri nøkrum døgum síðani. Gjáranátina brast rættiligur bardagi á, og fleiri fólk fingu skaða. Fleiri vórðu eisini tikin.
Genturnar í Holy Cross Primary School vóru ikki í skúla í gjár, tí skúlastjórin helt seg ikki kunna veita teimum nóg góða trygd í skúlanum.