Skálaberg fekk stórfingna móttøku

Næstan líka nógv fólk tóku ímóti Skálaberg í Ánunum annan jóladag, sum tá ið hann á fyrsta sinni kom til Føroya. Alt tað, sum hendi, tá ið Skálaberg varð tikin í russiskum sjógvi mitt í november, kann ikki hava verið annað enn ein misskiljing, heldur reiðarin Hanus Hansen

Tá ið klokkan var farin nakað av ellivu annan jóladag, var ein streymur av bilum úr Klaksvík norður í Norðhavnina. Onkrir bilar vóru eisini komnir langvegis.
Ein fjøld av fólki vildi sleppa at taka ímóti Skálaberg, sum var komin úr Murmansk, har hann hevði ligið síðan 18. november.
Skipið hevði boðað frá, at tað fór at verða í Norðhavnini klokkan hálvgum tólv, og tað helt væl.
Skálaberg kom suður gjøgnum Kalsoyarfjørð, og tá ið hann var komin suður um Kunoyarnes og stevndi móti Ánunum, fóru allir bilarnir at ýla, og Skálaberg svaraði aftur. Har kom eisini bjargingarbáturin Ziska, ið somuleiðis gav ljóð frá sær.
Nakrir menn stóðu har frammi, tá ið lagt varð at, og kokkurin stakk høvdið út gjøgnum kúgveygað.
Tá so Skálaberg kom nærri, varð sent upp nógv fýrverk.
Skjótt gekk at binda, og fyrstur umborð varð tollarin. Men hann gjørdi skjótt av, skuldi bara hava undirskrift skiparans, og so tustu fólk umborð at heilsa upp á síni, mussa og klemma.

Jólalig messa
Í messuni, sum var prýdd við jólaperum, bjóðaði skipið kaffi, frukt og karamellur. Neyvan russiskar karamellur, sum onkur tók til.
Eingin hátíðarlig móttøka var, ongar røður, sjálvt um borgarstjórin Gunvá við Keldu og aðrir almennir persónar vóru har. Eitt blómutyssi kom frá kommununi at bjóða skipara og manningum vælkomnum heim.
Prátað var dúgliga, og øll vóru í góðu lag.
- Eg eri fegin um, at hetta spældi so væl av, segði Hanus Hansen, reiðari, sum sjálvsagt var í Norðhavnini og tók ímóti.

Ófatiligt
Hann heldur, at tá ið Skálaberg var tikin, var tað tí, at myndugleikarnir ikki høvdu skilt, at føroysku bátarnir sjálvir býta kvotuna sínamillum. Soleiðis er tað alla aðrastaðni. Landið, har fiskað verður, er bara áhugað í at vita, at fiskað ikki verður meira enn loyvt, og í hesum førinum er føroyska kvotan langt frá uppfiskað. Hetta hevur alt verið ein stór misskiljing.
Hanus Hansen skilir als ikki, at skiparin fekk eina bót upp á fimm mió. krónur, men kortini slapp skipið avstað uttan at gjalda bótina.
- Teir bóðu skipið um bara at fara.
Dómin hevur hann ikki kunnað lisið enn, tí reiðaríið bíðar eftir ensku umsetingini.
- Var eingin tulkur við?
- Nei, tað var ikki neyðugt. Danska sendistovan hevði mælt okkum til at brúka tveir russiskar advokatar, harav annar hevur búð í Danmark í fleiri ár og tosar flótandi bæði danskt og russiskt. Advokarnir gjøredu eitt fyrimyndarligt arbeiði, eins og bæði føroysku og donsku myndugleikarnir gjørdu.
Annan jóladag hevði hann enn onga hóming av, hvat ævintýrið í Murmansk hevur kostað JFK-Trol. Men tað eru stórar upphæddir bæði fyri mistan fiskiskap, advokatar o.a.
- Tíðin fer at vísa, um vit gera nakað burturúr tí. Fyrst er tað sølan av Skálaberg, sigur Hanus Hansen, sum væntar, at tann handilin stendur við.
Annars hevur hann ikki hug at sleppa samstarvinum við Russland, tí tað samstarvið hevur altíð verið gott.

Avbyrgdir
Umborð fingu vit eitt prát við fyrsta meistaran Jógvan Lydersen.
- Nú er alt gott, og vit hava havt ein óføra góðan túr heim og kundu sigla við fullari ferð, sigur Jógvan Lydersen.
Hann sigur, at tá ið teir høvdu ligið í nakrar dagar á Pollinum í Murmansk, vóru onkrir av monnunum nokkso tungir. Teir ótolnaðust og blivu við at spyrja, nær teir sluppu heim. Eingin kendi svarið, men ótolnið kom at ávirka aðrar. Men tað gekk alt kortini.
Lagið umborð var ikki so tungt, tá ið hinir menninir fóru farnir heim.
Menninir sluppu ongantíð í land, bara skiparin, tá ið hann skuldi í rættin. Hanus Hansen slapp eina ferð umborð í tríggjar tímar.
- Men russiski umboðsmaðurin slapp ikki umborð, og tað gjørdi russiski sjómanspresturin heldur ikki. Presturin vildi geva okkum lesnað umborð, men tað bar ikki til.
Jógvan Lydersen hevur bara gott at bera myndugleikans persónum, sum komu umborð.
- Teir vóru sera fyrikomandi, sótu millum okkara og royktu og drukku kaffi, sigur hann.

Gott at loysa
- Tað var ein stórur lætti, tá ið dómurin fall, og teir fingu at vita, at skipið var leysgivið, men teir vistu framvegis ikki, hvat fór at henda. Skipspappírini komu umborð, men neyðugt var at bíða eftir øðrum loyvum frá myndugleikunum.
Seinastu vikuna lógu teir við bryggjuna.
- Tað var ein góð løta, tá ið vit loystu, og so sigldu vit við fullari ferð heim, sigur Jógvan Lydersen.
Fólkini eru við at fara í land aftur, tí menninir umborð hava mest brúk fyri at koma heim. Skyldfólkini eru við at dragsa sekkir og annað hjá teimum í land.

Burturi næstan hálvt ár
Stundir vóru kortini at gera eitt støkk upp á brúnna at heilsa uppá skiparan Róðin Biskopsstø.
Hann er við at rigga av, stendur við fartelduni undir arminum.
- Tað er ein ótrúliga stórur lætti at vera komin heim. Vit hava verið undir einum ótrúliga stórum trýsti, sigur Róðin Biskipstø, ið sum ákærdur var undir størsta trýstinum.
- Tað var eitt stórt trýst í so langa tíð ikki at sleppa í land. Haraftat fingu vit nóg illa tað, sum okkum tørvaði. Og vit kendu okkum ótryggar, tí vit vistu ongantíð, hvat tað næsta fór at verða.
- Lagið á monnum batnaði nógv, tá ið dómurin var fallin, og teir vistu, at nú kundi ikki ganga long tíð, til teir kundu loysa.
Róðin Biskopstø tykist sjálvsagt eitt sindur móður eftir hesa drúgvu ferð, men lagið er gott. Hann hevur verið umborð síðan 2. juli, og teir vóru bara eina ferð, í november, inni og landaðu.
- Fert tú yvir aftur til Russlands?
- Jú, men ikki beint nú. Fyrst av øllum fari eg heim til foreldrini, sum hava koyrt ræst kjøt í ovnin, sigur Róðin Biskopstø.
Tá ið hann henda dagin fór í land, var hann leysur við skipið.

Óvæntað móttøka
Hann er bilsin av tí stóru móttøkuni, sum um teir vóru hetjur.
- At so nógv fólk tóku ímóti mundi neyvan bara koma av, at Skálaberg varð tikin og noyddist at vera so leingi í Murmansk. Tá ið Skálaberg sigldi inn um pollin, var hetta allarhelst seinasta ferðin, at Skálaberg var á Klaksvík.
Stóri trolarin er á veg úr flotanum. Í dag er farið undir at leggja veiðuna upp, og tá ið tað er gjørt, og ymist er riggað av, fer Skálaberg yvir á aðrar hendur.