Fiskivinna
Nýggi trolarin hjá JFK-Troli, Skálaberg, hevur verið sín fyrsta túr á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum.
Reiðarin, Hanus Hansen, sigur, at skipið royndist ógvuliga væl
og allir, hann hevur tosað við eftir henda fyrsta túrin, lata væl at.
- Teir siga, at skipið fer væl við sær í sjónum, og tað er gott at vera umborð. Vit eru væl nøgdir við hesa fyrstu royndina, tí alt bendir á, at hetta er eitt ógvuliga gott skip.
- Høvuðsútgerðin, motoror og spøl, riggaðu til fulnar, og tað gjørdi meginparturin av útgerðini annars eisini.
Frystingin umvælast
Reiðarin vísir á, at Skálaberg hevur sjálvvirkandi frysting, sum tað
verður rópt, og her riggaði annar frystarin ikki optimalt.
- Skipanin við hesi frysting er, at tá ið ein ramma er liðugt pakkað, fer vøran sjálvvirkandi gjøgnum alla skipanina.
Hanus sigur, at veiðan í Irmingarhavinum var rímiliga góð, men hetta er smáur kongafiskur, sum krevur nógva orku, bæði av fólki og útgerð.
- Kanska mistu vit eitt sindur við tað, at annar frystarin ikki var
optimalur hendan túrin. Nú skipið liggur á Klaksvík, verður frystarin umvældur.
Tá ið vit tosaðu við Hanus mikumorgunin, hevði Skálaberg ikki
landað.
Góðsking
Leygardagin ella mánadagin komandi fer Skálaberg nýggjan túr.
Men áðrenn farið verður eystureftir, verður útgerð sett umborð til framleiðslu og smápakking av portiónsvørum.
- Vit fara at gera tað, vit kunnu, fyri at fáa sum mest fyri fiskin, sum kemur inn á dekkið.
Hanus sigur, at tvær maskinur aftrat verða settar upp umborð. Hetta eru somu maskinur, sum virkini á landi brúka til framleiðslu av portiónum og lidnum rættum til mikrobylgjuovnar.
Spurdur, hvar meirvirkaða framleiðslan verður seld, sigur reiðarin, at hon fer eitt nú til Onglands, Danmarkar, Týsklands og Fraklands.
10 kr. meira
- Málið við nýggju maskinunum er at meirvirka ein part av tí rávøru, sum púra fesk kemur inn á dekkið. Eingin sigur, at hetta er nøkur løtt uppgáva, hóast vit hava feskasta fiskin, maskinurnar og fólkið við hondina. Tað hevði ivaleyst verið lættari bara at fylt skipið við traditionellum flaki. Men vit trúgva, at her eru møguleikar, sum ikki verður gjørt nóg nógv við.
Hanus sigur, at teir fara at royna at fáa ein betri prís fyri lastina, sum skipið hevur, tá ið landað verður. Men tað fer at taka tíð at byggja upp ein nýggjan marknað.
- Eg vænti, tað fara at ganga eitt ella tvey ár, áðrenn vit kunnu siga, at vit fáa 10 krónur meira fyri kilo. Men kósin er sett fram ímóti hesum, leggur hann aftrat.
Betri vøra
Hanus sigur, at tá ið hann hevur verið uttanlands, hevur hann stundum keypt lidnar vørum, sum eru framleiddar uppi á landi til mikrobylgjuovnar.
- Vit hava keypt slíkar fiskavørur, hava pakkað tær út og hugt at teimum. Einki er at ivast í, at vit kunnu "hølva" hesar vørur av í dygd, tí okkara fiskur er nógv feskari enn tann, hesar vørur eru framleiddar úr. Men fyri tann skuld verður hetta ikki lætt, tí marknaðarføring er ein so stórur partur av øllum hesum, sigur reiðarin, Hanus Hansen á JKF-Troli, at enda.