Tað ljóðar frá góðum fiskiskapi hjá klaksvíkstrolarnum Skálaberg, sum fór í Barentshavið eftir toski beint fyri Ólavsøku. Teir hava verið á fiskileið í góðar tvær vikur og eru nú farnir upp um 100 tons. Á fabrikkini umborð framleiða teir vanligu flakavørurnar og harumframt er nú rættilig ferð komin á nýggju portiónsframleiðsluna. Annars letur manningin væl at alsamt betraða telefon og internetsambandinum. Teir síggja Dag og Viku og hoyra Útvarp Føroya, og sum nakað rættliga forkunnugt fáa teir nú eisini prent av føroysku bløðunum við myndum og í litum. Skálaberg roynir í løtuni á Gásabankanum í russiskum sjógvi, har veðrið hevur verið av tí allarbesta seinastu dagarnar.