Skúladepilin í Marknagili - ein frágera góð ætlan og íløga

Høgni Hoydal

Eg fegnist um, at skúlastjórin á Tekniska Skúla, Egon Øregaard, hevur grundgivið so væl fyri íløguni í Skúladepilin í Marknagili.
Ein long togan hevur veið um hesa ætlan í mong harrans ár - og tað er væl skiljandi at leiðsla, lærarar og næmingar á bæði Tekniska Skúla og á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum, hava verið frustrerað og ótolin.
Seint á sumri í fjør eydnaðist tað tó at fáa eina politiska semju millum táverandi samgonguflokkarnar um íløgurnar í skúlar kring alt landið - og harundir arbeiðssetningin fyri Skúladepilin í Marknagili.
Við nevndini, sum varð sett í fjør, har leiðslurnar á Handilsskúlanum, Studentaskúlanum og Tekniska Skúla, hava sitið saman við byggikønum, hava vit fingið bæði eina semju millum skúlarnar og eina frágera góða verkætlan, sum kann gerast ein varði í føroyskari skúlasøgu.

Víðsjón um samstarv
Nevndin fekk sera trongan tíðarkarm, men kortini er sera væl komið burturúr. Nevndin hevur orðað eina sonevnda »víðsjón« fyri endamálið og innihaldið í hesari nýbygging, og hevur út frá hesum gjørt eitt endurskoðað uppskot um skúladepilin.
Úrslitið er nógv meira enn eg hevði torað at vónað.
Við Skúladeplinum fáa vit nútímans karmar, har miðnámsskúlarnir kunnu samstarva og samskipa sítt arbeiði, og har næmingar og lærarar fáa bestu karmar at læra.
Harafturat kann skúlin gerast ein mentanarmiðdepil í Tórshavn, har kvøldskúlar, eftirútbúgving, mentanartiltøk (tónleikur, sjónleikur, handverk og list) og mangt annað kunnu fáa góðar karmar.

Kostar ikki meira enn ein tunnil
Tað er júst nú, at vit skulu gera íløgur í útbúgvingar og mentan kring landið. Vit skulu útbyggja og nýbyggja miðnámsskúlarnar kring alt landið.
Er tað ov dýrt? Nei, allir skúlarnir tilsamans kosta ikki meira enn ein undirsjóartunnil og kunnu kasta nógv meira av sær í framtíðini. Endamálið er, at øll ung í Føroyum skulu hava eina miðnámsútbúgving.
Eg fari inniliga at heita á landsstýrið um at leggja uppskotini um Skúladepilin í Marknagili, Listaskúlan í Sandoy, Fiskivinniskúlan í Vestmanna og Norðoya Skúladepil, soleiðis sum avtalan var, tá miðnámsskúlin í Suðuroy varð sam-tyktur.
Og Tjóðveldisflokkurin hevur eisini skotið upp at skipa ein Miðnámsskúla í Vágoynni, sum kann hava ferðavinnu sum serligt endamál.
Og hví ikki almannakunngera verkætlanina í Marknagili?