Skúladepilin átti at bíða

Arbeiðið at byggja skúladepil í Hovi eigur at bíða, til tað verður lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya. Tað heldur formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag.

-Almenn arbeiðir eru ov dýr, tí ov fáar hendur eru til at gera tað arbeiðið, sum skal gerast. Tí áttu myndugleikarnir at bíða við at bjóða arbeiðið at byggja Skúladepilin í Hovi út, til kunngerðin, sum skal gera tað lættari at innflyta útlendska arbeiðsmegi, er sett í verk, sigur Magnus Magnussen við Útvarpið.

Hann vísir á, at royndir í hinum Norðurlondunum vísa, at økt kapping millum tey, sum bjóða uppá arbeiði, hevur ávirkað prísin.

Upprunaliga bleiv skúlabyggingin í Hovi mett at kosta 60 mó. krónur, men í vikuni samtykti Løgtingið at játta 14 mió. krónur afturat til arbeiðið.