Skálafjørðurin stendur upp á spæl

Tað eru tvey lið, sum pílurin vísir uppeftir hjá, sum seinnapartin bresta saman á Skála.

Heimaliðið hevur havt framúr undanvind, síðani John Petersen tók um róðrið, og í NSÍ er lagið gott, eftir at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur endað við fullari úrtøku ? 2-1 sigrar á útivølli ímóti GÍ og á heimavølli ímóti AB.

Í NSÍ er Pól Thorsteinsson framvegis skaddur. Øssur Dalbúð og Debus Danielsen spældu alla tíðina, tá ið 1. deildarliðið í gjár vann 3-0 á TB. Tí vera teir ikki við í dag.

Meðan NSÍ alla vikuna hevur fyrireikað seg til grannauppgerðina, so fór fyrri parturin av vikuni hjá skálamonnum til steypadystin í Klaksvík.

120 minuttir á vøllinum og brotssparkskapping skuldu til, áðrenn Skála hevði vunnið seg í hálvfinaluna.

Ítøkiligi kostnaðurin fyri stríðið í Klaksvík var leikbann til Poul N. Poulsen, sum varð rikin av vølli eftir tvey gul kort.

Hvussu nógv tað hevur kostað Skála í orku, og hvussu væl spælararnir eru komnir fyri seg aftur, fæst at síggja seinnapartin.

Á Skála er bygdarstevna, og fyrrapartin skínur sólin oman og niðan.