Skálafjarðartunnilin - avleiddar verkætlanir

 Taka vit skjótasta veg úr Gøtudali til Havnar, so er tað sjálvandi beint suðureftir. Tí undrar tað,a t Landsverk mælir til at gera ein tunnil í ein vestan fyri síðani at koyra norðureftir, sigur Regin Jacobsen m. a.

Regin Jacobsen

Í tilmæli sínum »Eysturoyartunnilin og avleiddar verkætlanir«, mælir Landsverk til, at verandi farleið millum Gøturnar og Skálafjørðin verður broytt.
Tveir møguleikar verða nevndir fyri eini nýggjari leið, (1) ein tunnil frá rundkoyringini í Gøtudali til Ánirnar sunnan fyri Skálabotn og (2) ein nýggjur vegur frá rundkoyringini í Gøtudali oman fyri Gøtugjógv og Syðrugøtu um Gøtueiði.
Í tilmæli sínum leggur Landsverk dent á, at ein av høvuðsfortreytunum, sum atlit eiga at verða tikin til, tá nýggjar farleiðir verða gjørdar er, at »tíðin tað tekur at koma frá A til B« er eitt mát fyri góðskuna/dygdina á ferðini. Hyggur tú á Føroyakortið, so kemur tú skjótt eftir, at um farast skal úr Gøtudali til Havnar, so er skjótasta farleið at fara í ein beinan sunnan, tá kemur tú nevniliga beint til
Havnar.
Tá Gøtudalur verður nýtt sum knútapunkt, so er tað júst tí, at hetta er knútapunktið, sum einir 8.000 borgarar norðan fyri Gøtueiði hava fyri at koma suðuryvir. Tá Tórshavn verður nýtt í hinum endanum, so er tað tí, at hagar er nógv tann størsta ferðslan, og tað er sjálvandi eisini hagani, at størsta ferðslan er norðureftir.
Tí undrar tað, at Landsverk í hesum førinum mælir til at gera ein tunnil úr Gøtudali í ein beinan vestan, fyri síðani tá komið verður út at koyra norðureftir.
Taka vit skjótasta veg úr Gøtudali til Havnar, so er tað sjálvandi beint suðureftir. Verður ein tunnil lagdur beint suðureftir (nr. 3 á myndini) við nøkulunda somu longd, sum tann sum Landsverk mælir til (nr. 1), so kemur hesin út aftur við rundkoyringina í Søldarfirði, sum eisini er nýggj  gjørd nýliga fyri nógvar mió kr.
Vegastrekkið oman fyri Søldarfjørð og oman fyri Runavík frá rundkoyringini í Søldarfirði er einans 7 km og skal hesin liggja beint oman fyri bygt øki (mynd 3).
Mynd 2 vísir farleiðina úr Gøtudali við tunli vestureftir til Skálafjørðin, haðani norð um Skálafjørð og síðani suðureftir vestaru síðu á Skálafjørðinum. Landsverk nevnir í tilmæli sínum, at henda vegalongd er uml. 4 km longri enn leiðin á eystursíðuni á Skálafjørðinum. Harafturat nevnir Landsverk, at neyðugt er at føra henda landsvegin gjøgnum bygdina Strendur, tí gjørligt er ikki at leggja linjuna annarleiðis. Sagt verður, at hetta vegastrekkið má fáa neyðugar ábøtur, so ferðslan verður til so lítlan ampa,
sum gjørligt.
Mynd 3 vísir skjótastu farleið úr Gøtudali til Suðurstreym, nevniliga ein tunnil til rundkoyringina í Søldarfirði, og haðani ein vegur oman fyri Søldarfjørð, Glyvrar og Runavík.
Í hesum førinum ber til at koyra eftir 80 km vegi uttan fyri alt bygt øki líka úr Gøtudali til Havnar. Fyrimunirnir við hesi loysn eru sostatt bæði tað, sum Landsverk nevnir sum høvuðsfortreyt fyri eini góðari vegaføring og tað, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd arbeiðir fyri nevniliga, at landsvegirnar ikki ganga gjøgnum bygt øki.
Hugsa vit um tryggastu, stytstu og bestu fíggjarligu loysnina, so er undrunarvert, at Landsverk ikki kemur til ta loysnina, sum er stytst, gongur gjøgnum óbygt øki, har størsta vinnuliga virksemið er og harvið gevur føroyska samfelagnum størst møguliga nytta av verkætlanini við minni dálking og tryggasta ferðslu kervinum.
Nú verður tað Løgtingið, sum skal gera av um tunnilsfelagið við kommununum við Skálafjørðin og Kaupthing, skulu fáa loyvi at gera ein tunnil tvørturum Skálafjørðin og ein frá Runavík til Suðurstreym.
regin@bakkafrost.com