Skálafjarðartunnilin gevur stórar møguleikar

Jógvan Olsen, havnemand@kallnet.fo



Byggingin av ætlaða Skálafjarðartunlinum er eitt høvi at fáa umhvørvi og trivnað inn sum ein part av samferðslupolitikkinum. Ein so stór broyting av undirstøðukervinum kann gagnnýtast til eina broyting av ferðslumynstrinum sum heild.
Verður hesin møguleikin ikki troyttur, kunnu politikkararnir ikki siga seg vera sinnaðar at gera nakað fyri umhvørvið og trivnaðin.

Skálafjarðartunnilin fær eina øðrvísi ávirkan á samferðsluna, enn teir báðir fyrstu undirsjóvartunlarnir. Sjálvt um hann styttir um teinin hjá mongum, fer hann kortini í longdini at føra til meira bilkoyring.
Tunlar, sum Vága- og Klaksvíkstunlarnir, fáa koyringina at eksplodera frá degi til dags; bæði tí, at nógv meira flutningur – neyðugur og óneyðugur – fer fram, og tí at flutningurin verður skiftur frá kollektivari til individuella ferðslu. Skálafjarðartunnilin skal gerast millum tveir landspartar, sum tað longu er koyrandi millum. Tað fer helst ikki at minka um talið av ferðafólkum í bussunum millum landspartarnar, men tað vera lutfalsliga færri fólk, sum ferðast við bussi í mun til við bili.
Avleiðingin verður sostatt tann, at bilkoyringin fer at vaksa av hesum tunlinum, um hann verður gjørdur sambært vanahugsanini, sum stýrur samferðslupolitikkinum. Tað vera enn fleiri, sum fara at arbeiða í Havn og búgva í Eysturoynni. Aðrir eysturoyingar fara líka at gera sær eitt ørindi í Bónus ella Skemmuna. Havnarfólk kunnu líka gera sær eitt rend til Klaksvíkar.
Fyri hvønn túrin vera væl í meðal brendir tríggir-fýra litrar av fossilum brennievni – hesir geva um átta kilo av CO2 til vakstrarhúseffektina. Um tunnilin skal bera seg fíggjarliga fer at vera neyðugt at tryggja, at fólk koyra meira heldur enn minni. Fólkini aftan fyri verkætlanina hava tíbetur eisini viðgingið, at hetta skaðaárinið er íroknað.
Fyri hvønn undirsjóvartunnil og hvørt vegasamband verður føroyingurin meira bundin at bilinum. Tá skip eru ein partur av samferðsluni, hevur kollektiv ferðsla fyrimunin. Tá ferðslan er kollektiv, fer ikki so nógv óneyðug ferðsla fram.
Orsakað av øktari ferðslu og sterkari bilbundni í samfelagnum sum heild, fer bilplágan sostatt at vaksa av hesum tunlinum, heldur enn at minka.

Bilar, bygdir og býir
Verður tunnilin bygdur, skulu 3.000 fleiri bilar inn í Havnina hvønn dag. Seinni 6.000. Seinni 12.000?
Bilferðslan skræðir býin sundur. Stóru vegirnir eru sum álir av ídnaðarøki, har menniskjan má laga seg undir maskinunum. Flestastaðni í býnum kunnu sjónveik og onnur brekaði ikki ferðast sjálvi meira enn kanska hundrað metrar. Ikki er hugsandi at loyva børnum í nánd av hesum vegum, hóast teir eru mitt í okkara býi. Sama er galdandi í bygdunum.
Lokala býarlívið og bygdarlívið er nógv avmarkað av bilferðsluni. Nógvi gangurin ger tað óunniligt at vera úti. Børn kunnu ikki sjálvi fara til aktivitetir. Handlar og annað “publikums-orienterað” virksemi flytur saman í stórar eindir, burtur frá lokalsamfelagnum.
Eintáttaða menningin av bilferðsluni er serliga skaðilig fyri tey, ið ikki hava bil. Hesi vera nógv skerd í gerandisdegnum av tí, at alt verður skipað kring bilin.

CO2-útlátið
Føroyingar eru millum tey fólk i heiminum, sum mest eldhugaði elva til alheims upphitingina. Ongin veit fyri vist, hvørjar avleiðingar upphitingin fær. Men tað er vist, at tað er næstan bara amerikanarum, vit eru samd við um at halda, at “onki veruligt eigur at vera gjørt við trupulleikan”.
Árinini frá veðurlagsbroytingunum eru týðilig, sjálvt um ongin kann prógva ítøkiliga, at orsøkin er CO2. Tað man ikki vera vert at satsa uppá, at tað ikki er CO2, sum er orsøkin. Kopernikus fekk heldur ikki prógvað ítøkiliga, at gongustjørnurnar ganga í ringrás um Sólina.
Tað er sannlíkt, at neyðugt verður at gera okkurt við trupulleikan. Tess longur, tað verður bíðað, tess truplari verður tað at taka hesi stig. Um tað verður gjørt nú, kunnu vit í ávísan mun lata tað koma sum ein part av samfelagsmenningini. Bíða vit til seinni, verður tað meira neyðugt við løgnum atgerðum fyri at minka útlátið.
Vit hava vitað í nógv ár, at CO2-ið er ein trupulleiki, men hvat er gjørt við tað? Nú er tað satt at siga ein desperat støða. Tann einasti ábyrgdarfulli umhvørvispolitikkurin vildi verið at satsa uppá at klára seg púra uttan fossil brennievni til dømis í 2015.

Tekniskar loysnir?
Summi halda kanska, at bilar, sum koyra longri uppá liturin, fara at loysa trupulleikan. Tað fara teir ikki, tíverri. Um bilarnir kundu koyrt 100 km uppá liturin, hevði tað verið ein tolulig fyribilsloysn. Tað skal skiljast soleiðis: um bilarnir koyrdu sjey ferðir longri uppá liturin, kundu vit sett ferðina, sum vit minka CO2-útlátið við, niður til ein sjeyndapart. Hetta er eitt einfalt roknistykki, og samanumtikið er alt rættiliga einfalt: Tað finst bara ein loysn, og tað er at gevast at brenna fossil brennievni. Fyrr ella seinni noyðast vit, og jú longur vit bíða, jú truplari verður tað. Og jú størri verður umhvørvisskaðin.
Onki undur fer at henda, sum kann loysa CO2-trupulleikan, um orkunýtslan framhaldandi sleppur at vaksa. Um vit skulu loysa CO2-trupulleikan, verður neyðugt at spara uppá orkuna. Bilar brúka dupult so nógva orka fyri hvørt fólkið sum bussar. Sostatt er kollektivur flutningur neyðugur.
Eftir øllum at døma verður orku- og CO2-trupulleikin útsettur til komandi ættarlið at loysa. Skal eg veruliga noyðast at siga við sonin: ”Nei, lítli mín, vit hugsaðu ikki um framtíð tína”?

Til gagns fyri hvønn?
Tá tað verður roknað út, at tað kann loysa seg vinnuliga at byggja tunnil, er tað tí, at meira ferðsla skal ganga millum Eysturoynna og Havnina, enn tað longu ger. Fyri at fáa ríkiligt av ferðslu vera tiltøk gjørd, at fáa fólk at koyra meira, enn tey veruliga hava tørv á. Er hetta ábyrgdarfullur politikkur – at lata vinnuvirksemi fara fram, har virksemið hongur natúrliga saman við tí at vaksa um CO2-útlátið og bilpláguna?

Tað hevur verið sagt, at hesin tunnilin verður ein samferðslulig kollvelting. Tann størsta, enntá. Um hetta rættiliga skal vera ein kollvelting, má øll verkætlanin skipast soleiðis, at hon er við til at fáa fleiri ferðandi yvir í kollektiva ferðslu. Sum nú er, snýr menningin av samferðsluni seg um at økja bilatalið. Til skaða fyri umhvørvið og til skaða fyri býar- og bygdarlívið – serliga hjá børnum og øðrum veikum bólkum.

Gylti møguleikin
Landstýrið eigur ikki at loyva eini slíkari verkætlan at fara í gongd, uttan at seta inn eina mekanismu til at tryggja, at ein størri partur av øllum ferðandi ferðast við bussi. Talið av ferðandi við bussum skal ikki bara vera størri enn tað er nú, men ein størri prosentpartur av tí samlaða talinum av ferðandi. Annars hava tey fólkavaldu spilt okkum møguleikan at lata eina loysn uppá bilskaptu trupulleikarnar koma sum ein natúrligan part av samfelagsmenningini.
Sjálvandi má ein slík mekanisma vera so smidlig, at hon kann lagast eftir tí kunnleika og tøkni, sum framtíðin hevur at bjóða. Hinvegin má hon ikki vera so smidlig, at hon bara blívur eitt eiti.
Um ongin kann finna ein snøggari hátt, má tað bara setast sum ein treyt til tey, ið ynskja at byggja tunnil. Treytin kann t.d. ljóða soleiðis: “Helvtin av øllum ferðandi gjøgnum tunnilin skulu ferðast í bussi.” Síðan má leiðslan av tunlinum tryggja, at tað verður soleiðis, gjøgnum lýsingarherferðir, príspolitikk ella annað. Hetta er eitt uppskot.

Um tað onkursvegna verður tryggjað, at lutfalsliga fleiri brúka kollektivan flutning gjøgnum Skálafjarðartunnilin, fer tað at ávirka ferðsluna í restini av landinum positivt.

Tað, sum er uppá spæl, er møguleikin fyri at gera ein umhvørvisvinarligan samferðslupolitikk í staðin fyri tann vanliga, ið bert snýr seg um at vaksa um bilkoyringina.