Av tí at gongubreyt hvørki er í niðara ella ovara borði, noyðast børnini sum er at ganga allan vegin í og úr skúla eftir sjálvum koyrivegnum millum henda býlingin og skúlan, ið stendur longur úti í bygdini.
Hetta er sjálvandi hvørki nøkur trygg ella haldbar loysn, tí ferðslan er stundum nógv á hesum vegastrekki, og vegurin er sera smalur.
Umboð fyri býráðið og Kaldbaksnevndina hava verið á fleiri fundum við Landsverkfrøðingin um málið.
Kaldbaksvegurin er landsvegur, og tískil áliggur tað fyrst og fremst hesum stovni at loysa henda trupulleika. Men hetta hevur víst seg at vera lættari sagt enn gjørt.
Hóast viljin at finna eina ella aðra loysn ikki hevur skortað, hevur niðurstøðan hjá LV hvørja ferð verið, at peningur hvørki er ella verður tøkur til ábøtur ella møguliga breiðking av vegnum í bræði.
Upprunaliga ynskið úr Kaldbak var at fáa eina gongubreyt gjørda framvið vegjaðaranum í erva.
Men av tí at hetta varð mett at fara at smalka koyribreytina enn meira - og harvið seta børnini í upp aftur størri vanda - mæltu serfrøðingarnir hjá Landsverkfrøðinginum staðiliga frá hesi loysnini.
Eitt tilboð frá kommununi um at yvirtaka vegin (tó framvegis saman við LV - men fyri egna rokning - at royna at finna eina brúkiliga loysn), vann heldur ikki frama.
Somu lagnu fekk eisini alternativa uppskotið hjá kaldbaksfólki um at leggja eina gøtu eftir bakkanum, omanfyri vegin.
Hinvegin vendu kaldbaksfólk avgjørd tummilin niðureftir til uppskot Landsverkfrøðingsins um at gera eina gøtu eftir bønum niðanfyri vegin.
Men sum í ævintýrunum, so fær alt ein góðan og lukkuligan enda, tá samanum kemur, og so er tíbetur eisini í hesum føri.
Landsverkfrøðingurin hevur nevniliga - og tøkk fái hann fyri tað! - nú boðað kommununi frá, at hann hevur góðtikið eitt fjórða uppskot, sum kommunan og Kaldbaksnevndin funnu fram til, eftir enn eina ferð at hava stungið høvdini saman.
Uppskotið ber í sær, at ein ?skúlagøta? verður løgd ein metur ella so inn frá vegjaðaranum í ovara borði, frá býlinginum Inni á Fløtum og út til skúlan.
Eg kann í hesum sambandi heilsa og siga, at miðað verður eftir at fara undir arbeiðið skjótast tilber.
Vinarliga
Leivur Hansen,
borgarstjóri