Børn og ung
Rigmor Dam og Inna Törnroos
Rigmor@sosialurin.fo
inna@sosialurin.fo
Tað eru eftir øllum at døma ongi mørk fyri, hvat fólk finna upp á fyri at tekkjast nýggjum kundum. Seinastu tíðina hevur dansistaðið Eclipse lýst við einum sokallaðum Skúmparty, har vátt, hvítt skúm verður sprænt út yvir fjøldina av dansandi fólki. Við atgongumerkinum fylgir ein hvít t-shirt, sum tey ungu so kunnu lata seg í, og harvið síggjast allar herligheitirnar betri.
Vanliga hevur 18 ára aldursmark verið til hesi tiltøk, men í kvøld sleppa ung niður í 15 ár eisini at royna seg á skúmdansigólvinum, í einum rúsfríum umhvørvi.
Hetta hevur fingið fólk at ressast, og her á redaktiónini hava vit fingið áheitanir frá foreldrum, sum eiga døtur, og øðrum við, sum halda, at 15 ára gomul eru ov ung at luttaka í tiltøkum, har sexuellu undirtónarnir eru so týðuligir.
15 ára gomul eru børn
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sigur við Sosialin, at tað prinsipielt er burturvið, at 15 ára gomul ganga í náttklubba. Eftir hansara tykki eru náttklubbar fyri vaksin og ikki fyri børn. Og hann staðfestir avgjørdur, at 15 ára gomul eru børn, og harvið ómyndingar.
- Tað er eyðsæð, at fyrireikararnir hava eitthvørt í huga, nevniliga at lokka fleiri kundar í butikkina, sigur hann.
Sálarfrøðingurin mælir foreldrunum til, at viðurkenna sítt foreldraræði, sum tey hava líka til børnini eru 18 ár.
- Her er alneyðugt, at foreldrini handheva hendan rættin, sigur hann, og vísir til, at 15 ára gomul trívast best, tá tey kenna mørkini hjá foreldrunum.
- Bólkatrýstið er so stórt í hesum aldursbólkinum. Tí er nógv lættari at siga, at ”eg sleppi ikki”, enn ”eg tori ikki”, staðfestir sálarfrøðingurin, sum heldur, at ungfólk kunnu bíða við at fara út í náttarlívið til tey eru 18 ár.
Ávirkar sjálvsvirðið
Leiðslan í Margarinfabrikkini, Bogi Andreasen og Salua Manai, halda tað vera burturvið, at bjóða so ungum fólkum til skúmparty. Í Margarinfabrikkini eru tey eisini von at skipa rúsfrí tiltøk fyri hendan aldursbólkin. Men ikki tiltøk av hesum slag.
- Hetta er júst tað mótsætta av tí, sum vit gera í Margarinfabrikkini, har vit júst royna at tosa við tey ungu um, hvørki signal tey senda út, tá tey eru eggjandi ílatin ella hava ein sexuellan atburð, sigur Bogi Andreassen, pedagogur og leiðari av Margarinfabrikkini.
Hann vísir í hesum sambandi á, at tey ungu eru ikki altíð greið yvir, hvørji signal tey senda út, og at tey tí hava brúk fyri, at onkur ger vart við tað.
Salua Manai heldur, at hetta tiltakið er ”for langt úti”.
- Vit arbeiða við at hækka sjálvsvirðið hjá teimum ungum. Og vandin við hesum er júst, at tær ungu genturnar, sum frammanundan ikki hava so høgt sjálvsvirði, leypa avstað fyri at vísa seg fram og at verða ”viðurkendar”, sigur Salua Manai, pedagogur og varaleiðari í Margarinfabrikkini.
Ung skulu vera fantastisk
Hon og Bogi eru eisini bangin fyri, at avleiðingin kann verða, at onkur tekur mynd av teimum ungu, og at hesar myndir so liggja á netinum, til dømis á Facebook, fáar tímar seinni.
- Og hetta kann vera sera óheppið fyri framtíðina hjá teimum ungu, um myndir av teimum í sexuellum støðum, liggja alment úti, sigur hann við Sosialin.
- Fyriskiparin er vaksin og átti at hugsað longri, heldur Salua Manai, og Bogi Andreassen skoytir upp í, at:
- Vit hava eina ábygd sum samfelag at uppala tey ungu til at gerast fantastisk. Tí átti støðið at verið hægri enn skúmparty.
Sólvá heldur, at tað er frægari fyri tey 18 ára gomlu, tí tey eru meira búgvin og kenna avleiðingarnar av gerðum sínum.
--
Myndatekstur:
Náttklubbin “Eclipse” í Havn bjóðar nú skúlagentum heilt niður í 15 ára aldur í sonevnd skúmball, har sexuellu undirtónarnar eru ovurtýðiligir. Hetta er myndin, sum náttklubbin Eclipse lýsir við.