Skálamenn fegnast um fyrsta sigurin

(Frá Rás2) Hoyr venjaran, Paula Poulsen, venjara greiða frá dystarendanum tá Skála knógvaði fyrsta sigurin í ár heim

Fyrsti sigurin hjá Skála í hesum kappingarárinum í effodeildini gjørdist veruleiki, tá Skála á heimavølli vann 3-2 á EB/Streymi. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen greiða frá dystarendanum har tað eydnaðist Skála at knógva fyrsta sigurin heim. Ein góð kensla hjá venjaranum at fáa hendan setningin greiddan.

 

Venjarin hjá Skála kann annars hyggja aftur á fyrsta triðingin har talan bert hevur verið um tvey tap. Heilar seks ferðir hevur Skála spælt javnleik.

 

Komandi sunnudag møtir Skála Víkingi í Norðragøtu. Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze er alt annað enn fegin um, at Skála skal spæla heimadyst á Tórsvølli ímóti KÍ í juni mánað. Ein lítil speisk viðmerking fall eisini um tað.