Ein sera forvitnislig tílík stevna verður hildin í Havn 19. juli. Tað eru skúlanæmingar, sum fóru í Sankta Frants skúla í 1952, sum hava sett hvørjum øðrum stevnu. Hesi børnini gingu í skúla saman í 5 ár til 1957, tá ið vegir teirra skiltust. Summi hildu fram í 6. flokki, onnur fóru í “realskúlan”, Færøernes Mellem- og Realskole, og aftur onnur fóru av landinum.
Ætlanin var at halda stevnuna í fjør, tá ið 55 ár vóru liðin, síðani tey fóru í skúla, og 50 ár, síðani tey skiltust, men av ymiskt kom í vegin, so stevnan varð útsett til í ár.
Talan er um nógv børn. Flokkarnir vóru tveir, og teir vóru stórir tá, 37-38 børn í hvørjum flokki, og nógv børn gingu bara eitt stutt skifti í skúlanum, summi bert 1 ár. Samanlagt gingu 122 næmingar í hesum flokkum hesi árini, av teimum vóru tað bara 37, sum gingu øll árini.
Sum vera man, so hevur tað verið eitt stórt “detektiv”-arbeiði at finna øll hesi fólkini. Tað hevur eydnast rættiliga væl, bara 4 hava vit ikki fingið fatur á. 21 eru ikki millum okkum meira. Av restini eru tað 60, sum hava sagt at tey koma við, og onkur aftrat er ivasamur, og tað halda vit verða eitt rættiliga gott úrslit.
Ein, sum kemur langvegis frá, og sum gekk í skúlanum øll hesi 5 árini, var ein smágenta sum æt Antonia. Hon var komin úr Italia í 1949, og var til fosturs hjá fólki í Havn. Í 1957 kom mamma hennara eftir henni, og hon fór avstað aftur heilt til Australia, har mamma tá búði. Antonia býr í dag í Sydney. Hon hevur skrivað eina áhugaverda bók um lív sítt, og um tíðina hon var í Føroyum.
Stevnan verður hildin í Kaffistovuni úti á kaiini. Vit hittast fyrrapartin. Síðani verður gingið niðan í skúlan at vitja og um kvøldið verður veitsla.