YWAM stendur fyri "Youth With A Mission", og tað er ein stórur heimsfevnandi tvørkirkjuligur felagsskapur. Í stíli eru skúlarnir vanliga eitt sindur karismatiskir. YWAM hevur skúlar í 150 londum, og nógvir føroyingar hava verið á einum YWAM skúla - millum annað í Hawai, Argentina og Avstralia.
YWAM hevur eina skrivstovu í Havn. Tey skipa fyri einum skúla í Suðuroy, sum tekur eitt hálvt ár.
Tað eru tilsamans 1600 fólk, sum arbeiða fulla tíð fyri YWAM. Afturat tíð er nógv volontør- og partíðararbeiði eisini. Hetta kann kanska geva eina mynd av, hvussu stórur felagsskapurin er.
Hjá YWAM kanst tú taka ein bíbliskúla, sum tey kalla eina lærusveinaútbúgving. Hon verður kallað fyri DTS. Hendan útbúgvingin er grundútbúgvingin, og tú mást hava hana, um tú skalt útbúgvast víðari innan YWAM ella gerast leiðari. Tað er eisini møguleiki at fáa einkultar universitetsútbúgvingar hjá YWAM. Millum annað kanst tú lesa til sjúkrarøktarfrøðing og taka ymsar bachelor-útbúgvingar. Ein annar møguleiki er at gerast "missionbuilder". Tað er volontørarbeiði. Tað kann vera arbeiði í køkinum ella okkurt praktiskt, sum tú kanst gera á einum skúla.
Hvørt ár fara 25.000 fólk ígjøgnum onkra skrá hjá YWAM.