Skúlastjóri ákærdur fyri 15 dráp

Ein 49 ára gamal fyrrverandi skúlastjóri úr Rwanda, sum býr í Danmark, er undir illgruna fyri at hava tikið lut í fólkadrápinum í Rwanda á vári í 1994. Danska ákæruvaldið hevur kannað málið leingi og hevur nú funnið fram til nøvnini á 15 fólkum, sum maðurin er ákærdur fyri at hava beint fyri.

Í ákæruritinum, sum Ritzau-tíðindastovan hevur fingið innlit í, sæst, at ákæruvaldið hevur eisini nøvnini á trimum monnum, sum eftir øllum at døma eru samsekir í málinum. Sambært ákæruritinum framdu maðurin og hansara samseku drápini í apríl og mai í 1994.

Fyrrrverandi rwandiski skúlastjórin hevur búð í Danmark síðani 2001, og hann hevur sitið í varðhaldi síðani í fjør. Málið var í rættinum í Roskilde í summar, men rætturin segði, at maðurin kann iiki dømast eftir donsku lógargreinin um fólkadráp, tí hon er bara galdandi fyri fólkadráp á danskari jørð. Ta avgerðina hevur ákæruvaldið lagt fyri Eystara Landsrætt.

Ein fólkadómstólur í Rwanda hevur fyrr dømt fyrrverandi skúlastjóran lívlanga fongsulsrevsing. Talan er um fráverudóm, tí tá dómurin fall í 2008, var maðurin í Danmark.