Fríggjakvøldið 4. og leygardagin 5. september kunnu ung úr øllum landinum vera við til at menna mentan okkara. Hesar dagar skipar Sláið Ring, Landsfelag føroyskum dansi at frama, fyri ?Ung í dansi 09?.
»Ung í dansi« er eitt tiltak, sum er fyri allar næmingar úr sjeynda til tíggjunda flokk. Ungfólk, sum eru farin út fólkaskúlanum, kunnu melda seg til sum hjálparar.
Hetta er triðja árið á rað, at tiltakið er. Fyrsta stevnan var við Gjógv, og í fjør var stevnan í Øravík. Gott hálvthundrað luttakarar hava verið til hvørja stevnuna. Stevnan hevur til endamáls at kunna ungdómin við føroyskan dans og kvæðir okkara.
Í ár verður stevnan í skúlanum á Giljanesi. Hesa ferð verður varpað ljós á vanligu føroysku dansispølini. Umframt dansispølini læra luttakararnir seg kvæði og søgnina um Seyðamannin á Sondum. Eisini sleppa tey ungu at luttaka í góðum føroyskum dansi. Hetta verður saman við Vága Dansifelag í Beitinum.
Sláið Ring heldur, at slík stevna er av størsta týdningi. Tað er torført at halda teimum ungu til kvæðini, men tá tey ungu møtast til slíkar stevnur, binda tey vinarbond. Mangan verða hesi vinarbond bundin við dansinum sum felagsnevnara og styrkja tey tí dansin munandi.
Føroyskur dansur er so háttaður, at eingin nýtist at setast aftur. Her er pláss fyri øllum. Hann er ein fólkadansur í orðsins rætta týdningi. Her eru ongar undarligar rassarørslur, eingi hábrøgd um tónin skurrar eitt vet. Her finnast eingir ráðgevar uttaneftir.
Undanfarnu ár vóru tað mest dansifeløg, sum meldaðu ungdómar til tiltakið, men tað er einki í vegin fyri at onnur, so sum ein skúlaflokkur verður meldaður til.
Ung í dansi 09 er ókeypis tiltak og verður ferðakostnaðurin endurgoldin. Hetta verður gjørt fyri, at øll skulu kunna hava møguleikan at vera við.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Sláið Ring www.slaid-ring.fo
Tilmeldingarfreistin er 1. september. Áhugaði kunnu melda til hjá
Jónleif Johannesen tlf 565766