Skúlaverkið

   

Inga Dahl, Valevni fyri Fólkaflokkin
????
Skúlarnir í Tórshavnar Kommunu er ov trongir til allar næmingarnar, bæði tí at barnatalið veksur og ikki minni tí nútíðar undirvísing setur onnur krøv enn eina skúlastovu til hvønn flokkin.
Fleiri eru flokkarnir, sum ganga í skúla seinnapart, alt gott um tað, men nógv foreldur ynskja heldur at børnini byrja í skúlanum um somu tíð, sum foreldrini fara til arbeiðis.
Átrokandi er at loysa hølistrupulleikan á Argjum, sum skjótast, annaðhvørt tað verður við bygging ella keypi.
Býráðið hevur samtykt, at skúli skal byggjast í nýggjastu útstykkingini, Hoyvíkshagi Suður.
Henda byggingin má ikki seinkast.Tá fólk fara at flyta inn har, má skúli vera komin.
Tá ein so stórur býlingur verður bygdur eftir stuttari tíð, er av alneyðugt, at har ikki bara eru hús, men eisini onkur savnandi miðdepil, sum er fyri øll. Hetta hevur týdning fyri samleikakensluna hjá børnum og ungum, og tá er skúlin ein góð byrjan.
Ikki minni týdning hevur tað fyri samleikakensluna, at børnini kunnu ganga í skúla í nærumhvørvinum sum longst.
Hetta er ikki minst galdandi fyri Kaldbak og Kollafjørð og tær bygdirnar, sum nú eftir valið koma upp í Havnar Kommunu.