Skúli til leiklistina

Meginfelag Áhugaleikara Føroya (MáF) og Føroya Fólkaháskúli skipa aftur í ár fyri Leiklistarskúla Føroya. Í staðin fyri at senda sjónleikarar av landinum á skeið, syrgir MáF fyri at fáa undirvísingina heima til næmingarnar

Meginfelag Áhugaleikara Føroya ger brúk av síni viftu av netverki, tá útlendsk leiklistafólk í komandi mánað koma til Føroyar at hava skeið. Skeiðini vera í leiklist, leikstjórn, at skriva til pall og scenografi. Øll skeiðini eru framhaldsskeið av skeiðum, ið vóru fyri einum ári síðan.

Tey, ið koma at undirvísa á Leiklistarskúla Føroya, eru kenningar hjá føroyskum sjónleikarafeløgum. Ágústa Skúladóttir fer at undirvísa í leiklist, Sigrún Valbergsdóttir í leikstjórn, Þórgeir Tryggvason fer at undirvísa í at skriva til pall, og Maria í Dali stendur fyri undirvísingini í scenografi. Sigrún Valbergsdóttir leikstjórnaði Sjóvevur, einmansleikin hjá Eyð Matras, sum fekk Ársins Herðaklapp fyri hetta avrik, og Ágústa Skúladóttir leikstjórnaði væl umtókta leikin, Í Geyma. Maria í Dali, er danskur scenografur við føroyskum ættarbondum. Hon kann vísa á eitt drúgt cv, har hon millum annað gjørdi framleiðslusniðið til Jeg er Dina, og nógv rósta filmin Vikaren. Hartil hevur hon arbeitt við eini ørgrynnu av teatur-, opera- og dansiframleiðslum ymsa staðni í Evropa.

Þórgeir Tryggvason hevur roynt seg innan áhuga- og yrkisleiklist, leikstjórnað, leikt og gjørt leikrit og tónleik til leiklist. Hann hevur skrivað eina ørgrynnu av leikritum. Fyri Kongsdætur, sum hann setti upp fyri Tjóðleikhúsið í Reykjavík í 2005, vann hann Grímuna fyri besta barnaleik tað árið.


Ein sjónleikara í búkinum?

Leiklistarskúli Føroya er fyri øll. Kortini eru tey, ið vóru á skeiði í fjør, sjálvskrivað í ár. Til okkurt av skeiðunum krevjast ymsar royndir, men øll skulu føla seg vælkomnan at melda seg til skeiðini hjá Leiklistarskúlan. Fleiri teirra, ið vóru á skeiðunum í fjør, vóru kend andlit úr føroyskum sjónleiki, listafólk ella rithøvdundar.

- Og vit vilja heldur enn fegin síggja nýggj andlit. Er tað onkur, ið heldur seg hava ein sjónleikara í búkinum, má hann endiliga ikki bíða við at seta seg í samband við okkum, sigur Malan Joensen, skrivari í MáF.

Tað vísir seg, at tørvurin á leiklistarskúla er stórur í Føroyum. Tað blómar millum ung føroysk leiklistarfólk, og áhugin er somuleiðis stórur millum eldru leikararnar. Tað er kostnaðarmikið at fara av landinum á skeið, og roynir MáF tískil at gera sítt til at hetta ikki verður neyðugt.

Plássið á skúlanum er avmarkað til 26 fólk. Leiklistarskúlin verður á Háskúlanum, sum saman við MáF skipar fyri skeiðunum.

Freistin at melda til Leiklistarskúlanum í ár, er 1. mai. Skeiðið byrjar mikukvøldið 20. Mai klokkan 20.00, og fram til sunnudagin fara ymisku flokkarnir at arbeiða við sínum evni. Skúlin endar við at næmingarnir sunnudagin vísa fram tað, tey hava lært.