Í Sosialinum í dag er samrøða við Sólbjørn Thomsen, sum í 35 ár hevur verið ein hin fremsti innan gólv í Føroyum, og sum tí ofta verður kallaður »Mr. Gólv hjá Balslev«.
Eisini hevur blaðið samrøðu við norðmannin Erik Aanderaa, sum einsamallur hevur siglt til Føroyar.
– Um okkurt verður í ólagi umborð, so er eingin at hjálpa tær. Tú mást klára at orðna tað sjálvur uttan mun til støðuna, sigur Erik Aanderaa, sum í síðstu viku sigldi aftur úr Hetlandi til Noregs.
– Tað er nógv flott støði í heiminum, men Føroyar er uttan iva tað vakrasta, eg nakrantíð hava vitjað, sigur hann.
##med2##
Eykablaðið Vinnan er eisini í Sosialinum hetta vikuskiftið. Har verður millum annað tosað við stjóran á samtakinum H-Dygd/Aluplast, sum sigur, at tá føroyska veðurlagið vísir seg frá síni herviligastu síðu, so er tað ein tryggleiki at hava vindeygu og hurðar, har fólkini aftan fyri vøruna kenna, hvørjar náttúrkreftir vit hava við at gera:
– Her í HDygd hava vit ein fyrimun í mun til tey innfluttu vindeyguni og hurðarnar, sigur Kajsten Rasmussen, sum er stjóri í samtakinum HDygd/Aluplast.
##med3##
Í VikuskiftisSosialinum ber eisini til at lesa samrøðu við Katiu K. Østergaard, sum er stjóri í danska bransjufelagnum hjá matstovum og gistingarhúsum, Horesta. Hon sigur, at Føroyar kunnu brandast við náttúrunu og Michelinstjørnunum.
– Í Føroyum hava tit eina heilt einastandandi náttúru, sum onnur ikki hava. Og so hava tit Koks við tveimum Michelinstjørnum. Hetta mugu tit brúka í brandingini, sigur hon.
Í Vinnuni er eisini samrøða við Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantsflog, sum sigur, at 40 prosent av teimum, sum ferðast við Atlantsflog eru útlendingar.
Eisini er samrøða við Jógvan Jespersen, stjóra í Nótaskipum, sum sigur, at uppboðssøla ikki er egnað til at útluta kvotur.
Sum altíð er Siðsøgan hjá Óla Jaocbsen eisini við í blaðnum hesaferð. Óli hevur vitjað á Bindifestivalinum í Fuglafirði og greitt frá teimum, sum fórust, tá sluppin »Anna« fórst 4. apríl í 1924, tá hon sigldi á eitt sker uttan fyri bygdina Grindavík á Suðurlandinum og allir 17 menninir fórust.
##med4##
Í ítróttinum er upptakt til teir seks dystirnar í bestu fótbóltsdeidlini, sum verða spældir upp á fimm dagar og til hondbóltin, sum er um vikuskiftið: VÍF vann fyrstu kvinnufinaluna ímóti Kyndli, og kann gerast Føroyameistari í morgin við einum sigri í Vestmanna.
##med5##
Og í Hoyvík verður seinsti og avgerandi dysturin í drúgvu finalurøðini hjá monnum spældur. Eingin er favorittur, men Sosialurin hevur hugt uppá, hvørjir leikarar kunnu verða avgerandi.
##med6##
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið og kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo