Í sambandi við, at útbyggingin av skúlanum í Sørvági er liðug fyri í ár, skipar Sørvágs kommuna fyri, at skúlin verður opin fyri almenninginum sunnudagin komandi - hin 21. oktober millum klokkan 16 og 18.
Ein skrá verður løgd fyri dagin, og hon verður lýst á heimasíðuni hjá kommununi.
Tað, at Sørvágs skúli varð útnevndur til ársins grøna stovn í 2012, hevur vakt áhuga aðrastaðni.
Fyrr í heyst hevði Sørvágs kommuna soleiðis vitjan av byggi- og umhvørvisnevndini í høvuðsstaðarkommununi í Grønlandi. Ørindini vóru at síggja skúlan og barnagarðin við atliti til, at skúlin og barnagarðurin verða upphitaðir við alternativari orku, skúlin við sjóvarhita - og barnagarðurin við sólorku.
Á heimasíðuni hjá Sørvágs kommunu verður sagt, at í ár eru gomlu bygningarnir bjálvaðir, vindeygu og hurðar eru skift, og ventilatiónin er løgd í ovaru hædd á bygningunum.
Sunnudagin komandi verður so høvi hjá fólki at síggja skúlan í Sørvági.
Myndin er tikin í heyst, tá Sørvágs kommuna hevði vitjan úr Grønlandi.