Guðmundur Joensen er ikki ein maður, ið er kendur fyri at ræðast eina avbjóðing. Flestu føroyingar munnu kennast við navnið hjá Føroya fremsti íðkara innan trídyst. Ein ítróttur har íðkarar kappast í súkkling, renning og svimjing. Í einum ítrótti, ið trýstir likamið til tað ítasta, hevur hann nevniliga megnað at kappast á altjóða støði tey seinastu árini.
Guðmundur Joensen, ið Kringvarp Føroya í eini dokumentar um hann fyri nøkrum árum síðani nevndi tann føroyski jarnmannin, kann millum annað vísa á eina silvurmedalju frá oyggjaleikunum í Bermuda, gullmedalju frá trídysta kapping í Íslandi og eitt fjórða pláss í altjóða trídysta kappingini í Lissabon. Harumframt hevur hann eisini luttikið í HM í kendu Iron Man kappingini í Las Vegas.
Nú stendur tó ein heilt onnur avbjóðing Guðmundi Joensen í boði, har renniskógvarnir og súkklan, verða býtt um við eitt skriviborð og teldur. Nevndin fyri ítróttarháskúlan í Suðuroynni hevur nevniliga valt at lata skúlan í hendurnar á føroyska jarnmanninum, ið harvið verður fyrsti leiðarin á nýggja skúlanum.
Tá umsóknarfreistin til at søkja leiðarastarvið í nýggja ítróttarháskúlanum var úti á middegi 23. mars 2016, hevði nevndin fingið fýra umsóknir at taka støðu til.
Farið var undir at viðgera umsóknirnar alt fyri eitt, og valið fall heldur óvæntað á Guðmund Joensen, ið hevur drúgvar royndir frá føroyskum ítrótti.
Nýggi leiðarin dylur ikki fyri, at talan er um eitt starv, har hann veruliga følir, at hann kann gera ein mun.
- Eg søkti starvið, tí hetta evnið liggur mær so ótrúliga nær hjartanum, og eg havi sjálvur merkt hvønn týðandi leiklut eitt aktivt ítróttarlív hevur á lívsgóðskuna og persónliga trivnaðin sum heild. Mær dámar starvið sum leiðari í Ítróttarháskúlanum,og eg føli, at her kann eg gera ein mun, sigur Guðmundur Joensen um orsøkina til, at hann søkti starvið.
Umframt at vera Føroya fremsti íðkari innan trídyst, so hevur Guðmundur Joensen íðkað svimjing síðani hann var fimm ár, og hevur seinastu árini eisini gjørt vart við seg sum súkklari.
Nýggi leiðarin metir, at tær drúgvu royndirnar, ið hann hevur frá ymiskum ítróttargreinum, verður ein fyrimunur, tá hann 1. mai byrjar í starvinum sum skúlaleiðari.
- Eg havi drúgvar royndir innan fleiri ítróttargreinar, og hevur tað givið mær eitt breitt netverk innan føroyskan ítrótt, ið eg sjálvsagt fari at gagnnýta. Harumframt megni eg við mínum royndum innan ítrótt at seta meg inn í støðuna og málini hjá fleiri av næmingunum.
Tað er tó serligt ein eginleiki, ið Guðmundur Joensen hevur ognað sær gjøgnum nógv ár við hørðum arbeiði, ið hann trýr verður til stóra hjálp í nýggja starvinum.
- Í mínum hugaheimi ber alt til, og eg meti, at tann hugburðurin er nógv verdur, fyri at skipa ein mennandi og spennandi skúla fyri ung fólk, ið eru opin fyri menning og lærdómi, sigur Guðmundur.
Út frá navninum, Ítróttarháskúlin í Suðuroy, so kann háskúlin tykjast at vera eitt stað fyri tey, ið eru likamliga væl fyri og ynskja at seta eitt ár av til at røkka teirra málum. Vónin hjá Guðmundi Joensen er, at skúlin verður eitt stað, har øll kunnu føla seg væl.
- Eg droymi um ein rúmligan ítróttarháskúla, har tað er pláss fyri teimum, ið ongantíð hava íðkað ítrótt, líka so væl sum teimum, ið dagliga íðka ítrótt og kanska kappast á høgum støði. Tað skal vera ein skúli, har tey saman kunnu mennast hvør í sínum lagi.
- Tað er tó eisini týdningarmikið, at tey hava eitt ár saman, ið øll minnast við stuttleika, menning og stórum upplivingum. Mítt størsta ynski er, at næmingarnir kunnu nýta tíðina og upplivingarnar á skúlanum konstruktivt seinni í lívinum.
Talan er um ein heilt nýggjan skúla, ið Guðmundur Joensen nú skal standa á odda fyri. Higartil hevur skúlin ongar næmingar, og tað er avmarkað hvørji karmarnir eru og hvussu tímatalvan fer at síggja út. Nýggi leiðarin er tó ikki bangin fyri at byrja á berum botni.
- Málið er at hava ein stóran fysiskan skúla við nógvum lærarum og fleiri skeiðum, ið koyra samstundis. Dreymurin er, at hetta verður ein skúli, ið fólk bæði úr Føroyum og øðrum londum streyma til, sigur Guðmundur Joensen.
Á skúlanum er tað í løtuni lagt upp til, at tað serliga verður undirvíst í fýra ymiskum breytum, svimjing, fótbólt, hondbólt og annan ítrótt, ið fevnir millum annað um súkkling, renning, klintring, fjallgongu og rógving.
Nýggi skúlaleiðarin væntar, at nú ein háskúli endiliga er í Føroyum, ið leggur høvuðsdent á ítrótt, fer at hava stóran týdning fyri føroyskan ítrótt.
- Hesin ítróttaháskúlin hevur heilt ekstremt stóran týdning fyri føroyskan ítrótt, tí hann er tann fyrsti av sínum slag í Føroyum. Hann er eitt greitt positivt signal um, at vit vilja og ynskja ítrótt í Føroyum. Jú fleiri skeiðir vit megna at hava í Føroyum, størri verða ringarnir í føroyska ítróttarlívinum.
Harumframt metir Guðmundur Joensen, at skúlin kann eggja ítróttarfólkum til ein rættan hugburð.
- Sjálvur eri eg av tí sannføring, at tey størstu ítróttarfólkini eru tey, ið megna at hava ítrótt sum part av lívinum alt lívið, og har meti eg, at ein slíkur skúli kann hava stóra ávirkan á lívið hjá fleiri næmingum.
Eftir ætlan, so skuldu fyrstu næmingarnir byrja á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy síðsta heyst, men vegna eitt ov stutt skotbrá og ymisk onnur viðurskiftir, so vóru ov fáar umsóknir til nýggja skúlan.
Síðani tá eru ítróttarligu karmarnir fyri skúlan vorðnir munandi betri, millum annað er Páls Høll tikið í brúk, nevndin hevur fingið longri tíð at bjóða eitt skipað tilboð, fleiri starvsfólk eru vorðin tengd at verkætlanini og nú er eisini ein leiðari settur í starv.
Vónað verður tískil, at nokk av umsøkjarunum vera til, at fyrstu 12-15 vikur skeiðini kunnu bjóðast út í august.
- Tað eru nógv viðurskiftir, ið eg má seta meg inn í fyrstu tíðina. Í fyrstu atløgu fara eg at tosa við starvsfólkini, ið eru knýtt at skúlanum, so eg fái eina mynd av hvat vit kunnu bjóða. Við tí vitanini er ætlanin at fastleggja eina endaliga ætlan fyri fyrsta skeiðið, ið vónandi byrjar síðst í august í ár, sigur Guðmundur Joensen.
Nýggi leiðarin hevur eisini gjørt sær nakrar tankar, um hvussu hann skal skapa áhuga fyri skúlanum.
- Eg fari at heilsa upp á unga fólkið runt landið, og vísa á hvat vit hava at bjóða. Ætlanin er eisini at hava ein dag í summar, har fólk kunnu koma og vitjan ítróttarháskúlan, og royna hvussu ein dagur er á skúlanum.
Samrøðan við Føroya nýggjast skúlaleiðara er um at enda, tá hann fær spurningin, um hvar hann væntar at skúlin verður um tíggju ár.
- Um tíggju ár, so síggi eg fyri mær ein stóran fysiskan skúla við fleiri lærarum, ið eru løntir fulla tíð, og ein skúla, ið er kendur langt út um landoddarnar. Ein skúla, sum hýsir yvir hundrað næmingum, og kann bjóða fleiri upplivingarskeiðum í føroysku náttúruni, sigur Guðmundur Joensen at enda.