Skúlin við Ósánna klárur klokkan 15

Í hesi løtu verður síðsta hond løgd á upprudding og vasking eftir teir mongu handverkararnar, sum fram til seint í gjárkvøldið hava gjørt seg liðnar.

Tí byrjar nú at verða klárt til stóru almennu móttøkuna, sum verður í dag klokkan 15.00 ? og skúlin annars tikin í nýtslu mánadagin.

Tað verða røður hildnar av umboðum frá arbeiðstakarum, byggiharra, arkitekti, byggiánara og skúlaum. Eisini verður sangur frá næmingum á skránni. Eftir sjálvt hátiðarhaldið verður okkurt leskandi at fáa. Sjálvandi ber til at síggja henda nýggja spennandi skúlan, sum liggur so prýðiligur mitt í býnum ? uppkallaður eftir Ósánni, sum hann liggur beint við.

Tann partur av skúlanum, sum nú er liðugur, er 2.200 fermetrar, og eftir at byggja eru 900 fermetrar. Hesin partur verður liðugur summarið 2011.

Teir lærarar, vit hava tosað við, eru sum børn at líta á, so spentir eru teir at taka skúlan í nýtslu og sleppa at virka í nýggjum og rúmligum umhvørvi, sum teir hava bíðað so leingi eftir.