Søren Krarup, fólkatingslimur hjá Danska Fólkaflokkinum leggur upp til, at Danmark fær Skåne og Suður-Slesvig aftur. Søren Krarup, fólkatingslimur hjá Danska Fólkaflokkinum er uttan iva mest bersøgni fólkatingslimurin. Fyri einum ári síðani kravdi hann, at allir ungir grønlendingar og føroyingar skuldu gera herskyldu í danska herinum. Fyri stuttum legði Krarup upp til, at um ein meiriluti í Skåne og Suður-Slesvig í Norður-Týsklandi var fyri, at hesir landslutir skuldu verða partur av Danmark, so er tað sjálvsagt, at tað verður so. Trý svensk bløð, Svenska Dagbladet, Aftonbladet og Kvällsposten hava gjørt hvør sína meiningskanning á netinum. Kanningin hjá Kvällsposten vísir, at 47,5% av íbúgvarunum í Skåne vilja fegin hoyra til Danmark. 52,5% av skåningum vilja framvegis hoyra til Svøríki. Sama blað spyr svenskarar annars, um teir vilja hava Skåne at verða part av Svøríki? Heili 54,5% svara, at Danmark kann gjarna fáa Skåne, meðan bert 45,5% svara, at Svøríki tørvar Skåne. 84.000 lesarar hava atkvøtt hjá Aftonbladet. Har ganga 51,2% við til, at Danmark fær Skåne aftur. 48,8% eru ímóti. Hjá Svenska Dagbladet eru 41% av lesarunum fyri, at Danmark fær Skåne aftur. Gamalt er at siga í Skåne: ?Keypmannahavn er okkara høvuðsstaður, og ikki Stockholm!?. Skåne, Halland og Blekinge vóru partar av Danmark, líka fram til 1658. Nógvir danir eru eisini búsettir í Skåne, og ferðast til arbeiðis í Keypmannahavn.