Skulu Føroyar hava eina samtykkigrundaða neyðtøkulóggávu, eins og Danmark fekk 1. januar í ár? Hendan spurningin tók Amnesty Føroyar upp í Smæruni í gjárkvøldið, har umboð frá teimum seks politisku flokkunum luttóku til opið kjak.
Út frá kjakinum at døma kann sigast, at tað sum heild er greiður politiskur vilji til at dagføra lóggávuna, so neyðtøkuoffur verða betur vard. Men hvussu hetta skal gerast, er tað ikki heilt semja um
Kjakararnir vóru: Súsanna Olsen (Framsókn), Ólavur í Geil (Miðflokkurin), Hervør Pálsdóttir (Tjóðveldi), Ingilín D. Strøm (Javnaðarflokkurin), Jaspur Langgaard (Sambandsflokkurin) og Christian Andreasen (Fólkaflokkurin).
Tey fimm fyrstnevndu eru fyri einari samtykkjulóg, meðan síðstnevndi er ímóti.
– Lógin skal endurspegla veruleikan
Kjakið byrjaði við, at tey vórðu spurd, um tey eru fyri ella ímóti at broyta lógina um neyðtøku frá at byggja á harðskap, tvingsul ella hóttan til at byggja á samtykki.
– Tá eg hoyrdi um hetta fyrstu ferð, hugsaði eg, hvussu man skal umsita hetta. Men aftaná at hava lisið meira um tað, eri eg blivið meira greið yvir, at hetta saktans kann lata seg gera, segði Súsanna Olsen, umboð fyri Framsókn.
– Seksuelt samband eigur at hava samtykki, óansæð um tað er ein lóg ella ikki. Men mann skal hugsa seg um, tí tað kann hava vansar við sær, segði Ólavur í Geil, skrivari hjá Miðflokkinum.
– Vit skulu absolutt hava eina samtykkjulóg, og ongantíð for skjótt. Lóggávan í dag samsvarar ikki við tann veruleikan, sum vit eru í, segði Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
– Kanningar vísa, at 70 prosent av øllum neyðtøkuoffrum stirna, tá tey verða neyðtikin. Tað vil siga, at sex uttan samtykki er neyðtøka. Tað skal endurspeglast í lógini, segði javnaðartingkvinnan Inglín D. Strøm.
– Tað einasta, vit ikki kunnu gera, er einki at gera. Hetta hevur verið eitt problem leingi. Eg haldi, vit skulu hava eina samtykkjulóg, men hon er bara ein liður í nógvum. Vit mugu hava eina nullhugsjón, segði Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Christian er skeptiskur
Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum var tann einasti av kjakluttakarunum, sum var beinleiðis ímóti einari lóg um samtykki.
– Í galdandi lóggávu krevur sex samtykki. Eg havi havt sakir í Føroyum, har kvinnan ikki hevur sagt frá ella gjørt mótstøðu, og allíkavæl er maðurin dømdur, segði Christian Andreasen, sum umframt at vera tingmaður er advokatur.
Í staðin eigur mann at basera lóggávuna á, at sex skal vera sjálvboðið, eins og í Svøríki, heldur hann.
– Um mann ger tað til samtykki, so flytir mann fokus yvir á offrið, har mann setur nógv meira fokus á hennara atburð. Ein samtykkjubaserað lóggáva virkar í roynd og veru mótsatt. Tað ber væl til at byggja eina lóg, sum sigur, at sex skal byggja uppá frívilligheit, segði hann.
– Tað avgerandi eigur at vera, um gerningsmaðurin visti ella burdi vitað, at tað ikki var sjálvboðið, segði hann og vísti á, at tað verður ringt at prógva samtykki, tá tvey fara í song saman, millum annað tí tað ikki eru vitni til hetta, og tí nógv ymisk signalir kunnu sendast.
##med3##
Harðskapur sum treyt
Hesum sjónarmiðunum hjá Christian Andreasen vóru hinir kjakararnir ikki heilt samdir í. Jaspur Langgaard segði millum annað:
– Ketan loypir av, so leingi sum tað er ein treyt, at harðskapur skal vera farin fram. 70 prosent av neyðtøkuoffrum stívna, sum vil siga, at tá er tað ikki neyðugt við harðskapi. Tá kanst tú neyðtaka ein persón, uttan at tað sæst á viðkomandi. Um kravið er, at mann skal kunna síggja harðskap, so hongur lógin ikki saman, segði Jaspur Langgaard.
– Mátin vit síggja upp á neyðtøku er skeivur í dag, segði Ingilín D. Strøm.
Kann tað blíva ein hobby at saksøkja?
Kjakararnir vórðu eisini spurdir, um teir sóu nakrar vansar í einari samtykkjulóg. Tað ger miðflokkamaðurin Ólavur í Geil, sum stúrir fyri, at summi við motivum fara at misnýta skipanina við at lúgva um, at samtykki ikki var til staðar.
– Eg stúri mest fyri, at tað kann blíva ein sportur. Til dømis um onkur vil hevna seg, segði hann.
Men Hervør Pálsdóttir heldur ikki, at mann nýtist stúra fyri hesum.
– Man fer ikki ígjøgnum eina process at melda fyri stuttleikar. Eg haldi ikki, tað er eitt rætt skepsis at hava, segði hon og vísti á tøl av falskum ákærum, sum sambært henni ikki tala fyri hesum.
##med2##
– Samtykki er forbannað sexut
Men fer tað ikki at oyðileggja erotikkin, at mann skal geva samtykki fyrst? spurdi orðstýrarin, Óluva Zachariassen.
– Nei, eg haldi at samtykki er forbannað sexut! segði Hervør Pálsdóttir, soleiðis at allur salurin fór at flenna og klappa.
Jaspur Langaard var samdur.
– Forvæntingar og tað, sum man vil, má liva upp til hvønn annan. Skít veri við, um tað ikki er so romantiskt. Soleiðis sum lógin er nú, er hon ikki nóg væl dekkandi, segði hann.
– Tað snýr seg um at skapa ein sunnan sexkultur, har mann veit, at sex krevur samtykki, segði Hervør Pálsdóttir, sum eins og flestu hini roknar við, at fleiri fara at melda neyðtøkutilburðir, um lógin verður grundað á samtykki.
Christian Andreasen helt hinvegin, at tað kann blíva í so formelt og kunstigt, um mann skal fara inn við lóg og krevja samtykki í staðin fyri at samtykki bara er ein natúrligur partur av aktini.
– Man má passa uppá at senda eitt signal um, at tað er forboðið at hava sex, segði hann og vísti á, at fá ganga runt í býnum og hugsa um samtykki sum tað fyrsta.
Øll vóru samd um, at ein vegur fram á leiðini er upplýsing sum eitt nú undirvísing í fólkaskúlunum, umframt onnur fyribyrgjandi átøk.