Vogosco, Bosnia: Vóru okkara kvinnur klárt sterkasta liðið í bólkinum, so var Georgia líka so klárt tað næststerkasta.
Fyrst og fremst, so dugdu hesar at spæla hondbólt, og tað kundi tíverri ikki sigast um Ongland og Albania.
Einki time-out
Fyrstu løtuna av dystinum megnaðu teir eisini at geva okkara liðið eitt lítið sindur av trupulleikum. Serstakliga hevði Una Olsen trupult at halda stóru Tsitskishvili á strikuni, og tí varð bólturin ofta lyftur upp á strikuna.
Samstundis, so gjørdi mótstøðan alt tað, sum tær vóru mentar, at forða føroyskum kontraálopum. Roynt var at fáa veruligar avstlutningar móti málinum, og varð dømt fyri álopsfeili, so royndu tær í fleiri førum at halda bóltinum, til spælarar vóru komnar heim at verja.
Tí máttu onnur vápn eisini nýtast hjá okkara liði, og serstakliga Simona Hansen gjørdi her um seg. Tiltikna sleggjan varð fleiri ferðir sveiggjað við harðari megi, og eisini í verjupartinum hevði hon kropsligu styrkina, sum kundi halda tungu mótstøðuni.
Og spakuliga fór luftin úr mótstøðuni. Sjálvar høvdu tær nýtt sítt time-out, og so gjørdi føroyski bonkurin bara skjótt av, við als ikki at nýta sítt. Hetta so mótstøðan onga hvíld skuldi fáa.
Tá Fríða Petersen so fullkomuliga læsti málið fyrsta partin av seinna hálvleiki, skrædnaði av álvara. Fimm kontra-mál á rað skaptu luftina, sum skuldi til, soleiðis at Georgia misti alla vón, og so snúi tað seg enn einaferð um, hvussu stórur sigurin skuldi verða.
Reyðu kortini
Meira enn at vinna stórt, so snúi tað seg nú eisini um, at sloppið varð undan býttum skaðum. Og her vístu dómararnir seg als ikki at vera sína uppgávu vaksnar. Sterka strikan hjá Georgia var farin av vøllinum við skaða, og møguliga ilskaðust tær um hetta - Eisini hóast hetta hendi í tilvildarligari støðu. Ella var møðin bara farin at kosta í konsentratiónini.
Undir øllum umstøðum, so vóru vit seinastu tíggju minuttirnar vitni til tríggjar tilburðir, sum uttan nakað sum helst roks áttu at kosta reytt kort. Heidi Maria, Ása og Joan vórðu allar tríggjar skræddar í skotarmin í gjøgnumbroti, og hvørja ferð komu bara tveir fingrar frá grikska dómaraparinum.
Lukkutíð, so gjørdist talan ikki um skaðar, og tí kundi føroyski bonkurin anda nakað lættari, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað. Við samlaða málmuninum, 175-29! hevði føroyska liðið vunnið bólkin, og so var bara at gera klárt til hálvfinalu.
Fakta um dystin
Føroyar-Georgia 40-20 (19-13)
Málskjúttar
Føroyar: Simona Hansen 8(1), Annika K. Ljósstein 6(2), Unn Kragesteen 5, Anja Heinadóttir 4, Joan Midjord Djordjevic 3, Anna Maria Samuelsen 3, Ása Dam á Neystabø 3, Heidi Maria Akselsen 3, Durita Ljósstein 2, Fríða Marjunardóttir 2, Annika Thomsen 1
Georgia: Eloshvili 5(1), Tsitskishvili 5, Baiandurian 4(2), Shonia 3(2), Jurulishvili 2, Margiani 1
Brotskøst: Føroyar 3/4, Georgia 5/9
Útvísingar: Føroyar 3, Georgia 5
Dómarapar úr Grikkalandi.